Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.03.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.03.1996, Blaðsíða 2
62 Nr. 25 26. mars KUNNGERÐ um at merkja liðugt pakkaðar matvørur. Við heimild í §§ 23, 24, 41, 42 og 51 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett: 1. kapittul Øki, allýsingar § 1. Henda kunngerð fevnir um at merkja liðugt pakkaðar matvørur og matveitingar, ætlaðar til sølu í Føroyum. Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um merking av tilset- ingarevnum. Stk. 3. Kunngerðin fevnir ikki um merking av mat- vørum til útflutnings. § 2. Liðugt pakkaðar matvørur eru matvørur, pakk- aðar í smásølueindir, áðrenn tær verða bodnar út til sølu, og sum fyrst eru ætlaðar at verða latnar upp av brúkaranum sjálvum. § 3. Matveitingar eru liðugt pakkaðar matvørur, ant- in pakkaðar í smásølueindir ella í størri eindir, seldar til stórkøkar, flutningsfør, sum proviantur ella sum matur út av húsinum til størri samkomur o.t. § 4. Tilfar eru øll evni, sum eru nýtt at gera ella virka eina matvøru, og sum eru í tí lidnu vøruni. Stk. 2. Er tilfar samansett av fleiri tilfarspørtum, skal hvør tilfarspartur roknast sum eitt serstakt tilfar. § 5. Tíðarfesting fyri haldføri á einari matvøru er seinasti dagurin/mánaðurin/árið matvøran varðveitir sínar serligu eginleikar, um hon verður goymd sum fyriskrivað. § 6. Sukurvørur eru matvørur, sum bert innihalda sukur ella har meginparturin av vøruni er sukur. Tað vil siga sukur, hunangur, sjokoláta, konfekt, marsi- pan, sukurkrem, kokosbollar, bomm, lakresvørur, gummibomm, tyggigummi o.t. § 7. Leysasøla er søla av matvørum, tá viðskifta- fólkið sjálvt, á staðnum, tekur avgerð um nøgd, stødd, tal ella vekt á vøruni/vørunum, sum verða keyptar. Vørumar em í flestu fømm ópakkaðar og verða seldar um disk, so sum bakaravømr, vømr frá krásadeild o.l. Leysasøla í sjálvtøku kann vera góð- gæti, sum fólk sjálvi koyra í posar. 2. kapittul Almennar fyriskipanir § 8. Merkingin skal halda væl, vera eyðlisin og síggjast væl. Stk. 2. Merkingin skal standa á sjálvari sølueindini, og skal vera á føroyskum ella á øðmm nærskyldum máli. Stk. 3. Vømheiti, nettoinnihald, haldføri og alkohol- innihald skal standa saman. Stk. 4. A vømm til matveitingar er nóg mikið at merkja hvørt kolli. § 9. Liðugt pakkaðar matvømr skulu vera merktar við hesum upplýsingum: 1) Løggildingar-/góðkenningar nr. ella navn og at- staður á framleiðara ella virki. 2) Uppmnaland, um so er, at tað er villleiðandi fyri brúkaran, um henda upplýsing ikki stendur. 3) Vømheiti sambært §§ 10-11. 4) Haldføri og serligar goymslu- og nýtsluleiðbein- ingar sambært §§ 12-16. 5) Tilfar sambært §§ 17-21. 6) Nettoinnihald sambært §§ 22-24. 3. kapittul Vøruheiti § 10. Matvøra skal merkjast við vømheiti. Stk. 2. Vømheiti er tað heitið, sum vanliga verður nýtt um matvømna. Er onki heiti, sum er vanliga kent millum fólk, kann frágreiðandi heiti nýtast, sum greitt sigur frá, av hvørjum slagi matvøran er. § 11. Matvømheitið skal greitt lýsa, hvussu mat- vøran er viðgjørd. Framgongur hetta ikki av vøm- heitinum, skal viðgerðarhátturin tilskilast áðrenn ella aftaná vømheitið, um tað kann hava við sær, at brúkarin fer at ivast, um upplýsingin ikki stendur. 4. kapittul Haldføri, goymslu- og nýtslufyriskipanir § 12. Tá tíðarfestingin fyri haldføri verður skrivað, skal tilskilast: 1) «Heldur sær í minsta lagi til...« tá tíðarfestingin tilskilar ein ávísan dag, ella 2) «Heldur sær í minsta lagi til og við...« tá tíðar- festingin tilskilar ávíst tíðarskeið, t.d. mánað ella ár. Stk. 2. Tá talan er um serliga viðbreknar matvømr, sum av mikrobiologiskum orsøkum spillast skjótt, og tí kunnu verða vandamiklar sum fólkamatur, skal tíðarfestingin fyri haldføri tilskilast við: »Seinasti nýtsludagur...« § 13. Dagfestingin fyri haldføri skal standa beint eftir tilskilanina í § 12, ella skal á hesum stað vera víst á, hvar á sølueindini dagfestingin stendur.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.