Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 1
73 Kimngerðablaðið A 1996 Hefti 7 ISSN 0907-905X Nr. 34 Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar. 16. apríl 1996 Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 81. í løgtingslóg nr. 56 frá 8. mai 1991 um afturlatingar- tíðir fyri handlar verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1 verðurorðað soleiðis: »Smásøla er bert loyvd gerandisdagar frá kl. 7.00 til kl. 17.30 og leygardagar til kí. 14.00, tó verður loyvt at hava opið til kl. 17.00 ein leygar- dag um ársfjórðingin. Harumframt er smásøla loyvd 6'/2 tíma um vikuna. Hin einstaki handilin ræður sjálvur fyri, nær hesir tímar verða lagdir, tó kunnu teir ikki leggjast sunnu- og halgidagar, mánadag til fríggjadag eftir kl. 20.00 ella leygar- dag eftir kl. 14.00. 2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: »Seinastu 6 dagarnar og seinasta leygardagin undan jólaaftan er loyvt at hava opið til kl. 20.00, tó seinasta sunnudag undan jólaaftan bert frá kl. 14.00 til kl. 20.00.« Henda lógin kemur kunngjørd. §2. gildi dagin eftir, at hon er Tórshavn, 16. apríl 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.) Nr. 35 Løgtingslóg um broyting í iøgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. 16. apríl 1996 Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staði'estir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: II. I løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um av- gjald á framleiðslu og innflutningi verða í frum- skjølunum, ið nevnd eru í §§ 2 og 4 í lógini, gjørdar hesar broytingar: 1) í frumskjali 1 til toll- og vøruskránna ganga øll numrini í vøruflokki 8524 út. IX Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. apríl 1996. Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.