Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 3
Nr. 39 75 17. apríl 1996 Kunngerð um útvarpsgjald. Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp við seinni broytingum hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Fyri vanligan útvarpsmóttakara, smb. § 2, skal gjaldast útvarpsgjald fyri 1996, kr. 907,50 umframt meirvirðisgjald. Stk. 2. Fyri útvarpsmóttakara í bili, smb. § 3, skal gjaldast útvarpsgjald fyri 1996, kr. 507,50 umframt meirvirðisgjald. § 2. Tað í § 1, stk. 1 nevnda gjald fyri vanligar út- varpsmóttakarar er galdandi fyri útvarpsmóttakarar, ið verða nýttir av gjaldaranum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá. Stk. 2. Tann, ið selur ella umvælir útvarpstól og nýt- ir útvarpsmóttakara í virki sínum, rindar gjald av einum móttakara har. Stk. 3. Sjálvstøðugt gjald verður goldið fyri útvarps- móttakarar, sum ikki koma undir reglumar í stk. 1 og 2, á henda hátt: 1) Móttakarar, ið eru uppsettir í húsunum hjá tí. ið rindar gjald eftir stk. 1, og sum verða nýttir av arbeiðsfólki, lærlingum, gistandi og øðrum, her- uppií av bømum, ið hava fylt 18 ár, og sum sjálvi eiga ella nýta útvarpsmóttakara, 2) móttakarar umborð á skipum og bátum, 3) móttakarar uppsettir í skúlum, á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum o.t., 4) móttakarar uppsettir í krambúðum, á skrivstov- um, hotellum, verkstøðum o.t. § 3. Tað í § 1, stk. 2 nevnda gjald fyri útvarpsmót- takara í bili verður goldið sjálvstøðugt fyri allar út- varpsmóttakarar, sum em uppsettir í bilum. § 4. Fyri allar útvarpsmóttakarar, sum eru uppsettir áðrenn 1. januar, skal gjaldið verða goldið útvarpin- um í seinasta lagi 1. juni árið eftir. Stk. 2. Fyri allar útvarpsmóttakarar, sum em upp- settir í tíðarskeiðinum 1. januar til 30. juni, skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri útvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januar árið eftir. Stk. 3. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjalddagar, skal verða goldið eykagjald kr. 50,- umframt meirvirðisgjald. Tey í § 1 og pkt 1 nevndu jtjøld kunnu ínnheintast við panting. Stk 4. Utvarp Føroya kann víkja frá gjaldsfreistun- uin í stk 1 og 2, og gera gjaldsavtalur, soleiðis at skilja, at útvarpsgjaldið kann rindast í upp til 4 av- gjøldum. Verður gjaldsavtalan eftir hesum stk. ikki hildin, verða gjaldsffeistimar í stk. 1 og 2 at galda. § 5. Tann, ið selur ella leigar út útvarpsmóttakarar, skal skrivliga boða Utvarpi Føroya frá navni og bú- staði hjá tí, sum keypir/leigar, so hvørt sum søl- an/ieigan fer fram. Stk. 2. Tollmyndugleikar hava skyldu at boða út- varpinum frá skrivliga, tá ið útvarpsmóttakarar verða fluttir ti! Føroya. § 6. Verður útvarpsmóttakari seldur ella á annan hátt latin øðmm, skal fyrri eigarin boða útvarpinum frá hesum skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi innan 10 dagar, fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað gjaldingarskeið, har hann letur út- varpsmóttakaran frá sær. Stk. 2. Um útvarpsmóttakari gerst ónýtiligur, skal eigarin boða útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi innan 10 dagar, fyri at sleppa und- an at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið. Utvarp Før- oya kann krevja váttan fyri, at útvarpsmóttakari vemliga er ónýtiligur. § 7. Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvar- andi lógini um útvarp undir sekt. § 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1996, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 6. febmar 1995 um útvarpsgjald, sum broytt við kunngerð nr. 114 frá 5. juli 1995. FØROYA LANDSSTÝRI, 17. apríl 1996 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.