Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 11.05.1996, Page 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.05.1996, Page 1
81 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 8 ISSN 0907-905X Nr.48 Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtan- ini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey ár til eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi. § 2. Talið av veiðiloyvum er 8, og stuðulin til hvørt veiðiloyvi er kr. 300.000 um árið. Stuðulin verður útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum. § 3. Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin í einum, um veiðiloyvið verður latið landsstýrinum endaliga, ella um ftskifarið verður býtt um við annað fiskifar við somu veiði. Stk. 2. Stuðulin og veiðiloyvi eftir hesi lóg kann eftir umsókn við loyvi frá landsstýrinum flytast yvir á 30. apríl 1996 annað fiskifar upp á upprunaligu treytimar, um eitt veiðiloyvi verður latið endaliga inn. § 4. Undantikið í teimum førum, sum nevnd em í § 3, stk. 1, steðgar útgjaldingin av stuðlinum, tá fiskifar skiftir eigara ella ikki er í vinnu. Stk. 2. Tá ið eigaraskifti fer fram, verður eftir umsókn til landsstýrið tað, sum eftir er av stuðlinum, goldið nýggja eigaranum. § 5. Landsstýrinum kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum em neyðug til at útinna hesa lóg. § 6. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Løgtingslóg um stuðul til ídnaðartrolarar Tórshavn, 30. apríl 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.