Føroya kunngerðasavn A og B - 11.05.1996, Síða 1
81
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 8
ISSN 0907-905X
Nr.48
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtan-
ini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey ár til
eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi.
§ 2. Talið av veiðiloyvum er 8, og stuðulin til hvørt
veiðiloyvi er kr. 300.000 um árið. Stuðulin verður
útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum.
§ 3. Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin í
einum, um veiðiloyvið verður latið landsstýrinum
endaliga, ella um ftskifarið verður býtt um við annað
fiskifar við somu veiði.
Stk. 2. Stuðulin og veiðiloyvi eftir hesi lóg kann eftir
umsókn við loyvi frá landsstýrinum flytast yvir á
30. apríl 1996
annað fiskifar upp á upprunaligu treytimar, um eitt
veiðiloyvi verður latið endaliga inn.
§ 4. Undantikið í teimum førum, sum nevnd em í § 3,
stk. 1, steðgar útgjaldingin av stuðlinum, tá fiskifar
skiftir eigara ella ikki er í vinnu.
Stk. 2. Tá ið eigaraskifti fer fram, verður eftir
umsókn til landsstýrið tað, sum eftir er av stuðlinum,
goldið nýggja eigaranum.
§ 5. Landsstýrinum kann í kunngerð áseta nærri
reglur og krøv um skjalprógvan, sum em neyðug til at
útinna hesa lóg.
§ 6. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
Løgtingslóg
um
stuðul til ídnaðartrolarar
Tórshavn, 30. apríl 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)