Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 11.05.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.05.1996, Blaðsíða 2
82 Nr. 49 9. mai 1996 Kunngerð um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar í 1996 Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum hevur Føroya Landsstýri fyrisett: § 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi ffá lands- stýrinum er hóast forboðið í kunngerð nr. 52 frá 26. mars 1993 við seinni broytingum um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, loyvt upp til 8 fiskiførum ein mánað í senn og í mesta lagi 2 mánaðir tilsamans, sum eru 55 skrásett tons brutto (BRT) til støddar og minni at veiða eftir flatfiski innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum á økjum, jvb. kortskjal, við reiðskapi og leiðbeining sambært hesum reglum og reglum ásettar í fiskiloyvinum. Leiðir: Øki 1: Millum 360» rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) og 108° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) frá 12 íjórðinga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðnum 13. mai 1996 til 13. september 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 2: Millum 108° rætvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) og 90° rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) frá 12 fjóðringa markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðnum 13. mai 1996 til 13. September 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 3: Millum 90° rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) og 117 rættvísandi úr Borðuni (61 °56’48”N, 06°37’30”V) frá 9 fjórðingum úr grundlinjuni inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðnum frá 13. mai 1996 til 13. september 1996 báðir dagar íroknaðir. Øki 4: Millum 90° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) frá 9 fjórðingum úr grundlinjuni inn at 5 fjórðingum úr landi og á leiðini millum 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) og 117° rættvísandi úr Skálhøvda (61°49’45”N, 06°37’30”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 5 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðnum frá 13. Mai 1996 til 13. Juni 1996. Øki 5: Millum 240° rættvísandi úr Øma- nípuni(61 °38’48”N, 06°58’30”V) og 240° rætt- vísandi úr Lopranseiði (61°26’30”N, 06°47’00”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 8 fjórðingum úr grundlinjuni í tíðarskeiðunum frá 13. mai 1996 til 6. juni 1996 og frá 25. juni 1996 til 10. juli 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 6: Vestanfyri Sandoynna innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 61°48’40”N, 07°12’15”V 2. 61°45’08”N, 07°21’25”V 3. 61°56’52”N, 07°37’15”V 4. 61°57’30”N, 07°35’45”V 5. 61°52’55”N,07°16’10”V í tíðarskeiðunum frá 13. mai 1996 til 13. juni 1996 og frá 10. juli 1996 til 25. juli 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 7: Vestanfyri Sandoynna innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 61°52’40”N, 07°46’ 15”V 2. 61°41’25”N,07°31’10”V 3. 61°39’35”N, 07°36’05”V 4. 61°50’35”N, 07°50’50”V í tíðarskeiðunum frá 10. juni 1996 til 25. juni 1996 og frá 25. juli 1996 til 10. august 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 8: Millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08’48”N, 07°26’00”V) og 315° rættvísandi úr Mýlingi (62°18’ 11”N, 07°12’30”V) millum 10 og 13 fjórðingar úr grundlinjuni í tíðarskeiðnum frá 13. mai 1996 til 13. juli 1996, báðir dagar íroknaðir. Øki 9: Millum 360° rættvísandi úr Rivtanga (62°20’20”N, 06°58’24”V) og 360° rættvfsandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 10 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðnum 13. Mai 1996 til 13. Juli 1996, báðir dagar íroknaðir. § 2. Tað er bert loyvt at nýta flatfiskatrol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, sum fara niður um 120 mm. Stk. 2. Partroling er ikki loyvd. § 3. Asett verður, at veiðan av toski og hýsu ikki fara uppum egnu kvotu ásett fyri avvarðandi fiskifar eftir lógini ásett fram til 31. Mai 1996. Eftir 1. Juni verður bert loyvt at veiða flatfisk, harav 30% kann verða hjáveiða av øðrum rundum fiski roknað fyri hvønn túr sær. Stk. 2. Veiðan skal øll verða avreidd um eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda innvigingarskipan í Føroyum og skal allur fiskur, ið verður avreiddur og skal av landinum óviðgjørdur seljast á gólvupp- boðssølu, har partur kann keypast. § 4. Einki felag/bátur, sum ikki hevur rikið troling innanfyri 12 fjórðingar í 1995, og trolbátur, sum í

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.