Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 1
125 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 10 ISSN 0907-905X Nr. 81 28. mai Løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til skrásettar útróðrarmenn. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur útróðrar- manna verður landsstýrinum heimilað at útgjalda mánaðarligan minstaforvinning til manning á fiski- førum á útróðri á føroysku landleiðini. § 2. Manning á fiskiførum á útróðri á føroysku landleiðini kann verða latin mánaðarligur minstifor- vinningur til útróðrarmenn. Treytin fyri mánaðar- ligan minstaforvinning er, at fiskifarið hevur avreitt minst 10 ferðir seinastu 3 mánaðarnar, at manningin verður avroknað eftir útróðrarsáttmálanum, at øll veiða verður avreidd undir einum. Hetta 3 mánaða- skeiðið verður roknað soleiðis, at tað er galdandi við mánaðinum, farið verður í skipanina við »mánaðar- ligum minstaforvinningi« og tveir mánaðir framman- undan. Stk. 2. Haraftrat eru hesar reglur galdandi: a) At fiskifarið avreiðir minst 15 kilo upp á mannin fyri hvørja veiðiferð. b) Egningarløn kann ikki frádragast, um báturin er fullmannaður sambært § 2, stk. 3. Stk. 3. Fyri fiskifør undir 20 brt. eru hesar reglur galdandi fyri tal av manning, sum í mesta lagi hevur rætt til »mánaðarligan minstaforvinning«. Fiskifør undir 10 brt. 4 menn, millum 10 og 15 brt. 5 menn, millum 15 og 20 brt. 6 menn. Av hesum kunnu tveir vera heimaegnarar. § 3. Um manning á útróðrarfari skal koma undir skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi fyri útróðrarmenn, skal bátsformaðurin fyri hvønn mánað lata Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna skrivliga fráboðan og lista yvir manning. Fráboðanin og listin yvir manningina skal vera Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna, undirskrivað av manning og báts- formanni, í hendi í seinasta lagi 1. dagin í mánaðan- um, ætlanin er at koma undir skipanina, tó fyrstu ferð í seinasta lagi fimm dagar eftir, at lógin er lýst. § 4. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrar- menn er 70% av eini minstuløn, í løtuni kr. 8.907,50 um mánaðin. Um mánaðarligur minstiforvinningur og fiskipartur hjá útróðrarmonnum samanlagt fer upp um galdandi minstuløn, mánaðin útgoldið verður fyri, verður minstiforvinningurin minkaður við sama krónutali, sum minstiforvinningurin pluss fiskipart- urin fer upp um galdandi minstuløn. 011 onnur inn- tøka, forvunnin á landi, skal mótroknast beinleiðis frá mánaðarliga minstaforvinninginum. § 5. Um avloysari ella nýggjur maður kemur við á fiskifar fyri annan mann, ella um maður fer av fiski- farinum, fráboðar bátsformaðurin í mánaðar upp- gerðini Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna hvørjar dagar, viðkomandi maður skal hava minstaforvinning fyri. § 6. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrar- menn verður avroknaður mánaðin eftir, at hann er vunnin, so skjótt sum mánaðaruppgerðin er inn- komin. Við mánaðaruppgerðini skulu útreiðslurnar skjalprógvast. § 7. Henda lóg fær gildi 1. juni 1996. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.