Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 2
126 Nr. 82 28. mai Løgtingslóg um íløgustuðul til alivinnuna. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Heimilað verður landsstýrinum í fíggjarárinum 1996 at nýta 10 mió. kr. til íløgustuðul til smoltkeyp. Stk. 2. Tað er tilskilað, at við orðinum smolt verður meint laksasmolt og sjóbúgvin síl. Stk. 3. Stuðul verður givin í 1996. § 2. Peningurin verður latin soleiðis, at alarar á sjón- um fáa ávísa upphædd útgoldna fyri hvørt útsett smolt. Stk. 2. Goldið verður í fyrsta umfari sjógvalarunum 0,75 kr. pr. útsett smolt, tá hesar treytir eru loknar: 1. Skrivligt flutningsloyvi og heilsukanningar- váttan frá landsdjóralæknanum fyriliggur. 2. Flutningskvittan, dagfest og váttað av keyp- ara og seljara. Landsstýrið (fiskiveiðueftirlit- ið) skal á flutningskvittanini vátta stødd, góðsku og tal á smolti, áðrenn tað verður sjó- sett. 3. Grannskoðaraváttan alarans skal vátta, at treytimar í 1) og 2) eru uppfyltar. Stk. 3. Peningur verður bert veittur til tey smolt, ið váttan liggur fyri at vera í alibrúkinum 3 mánaðir eftir dagfestingini av flutningskvittanini. Stk. 4. Endaliga talið av smoltum verður uppgjørt 3 mánaðir aftaná síðstu útseting í fíggjarárinum. Stk. 5. Fyri at finna, hvussu nógv endaliga skal gjald- ast pr. útsett smolt, og hvussu nógv hvør alari skal hava, skulu hesi skjøl vera tøk: 1) Skrivligt flutningsloyvi frá Landsdjóralækn- anum. 2) Dagfestar og undirskrivaðar flutningskvitt- anir. 3) Skjalprógv fyri, hvussu nógv stk. goldin em fyri til smoltalara. 4) Grannskoðaraváttan fyri at treytimar í 1), 2) og 3) em uppfyltar, og at uppgerðin yvir talið, søkt verður um, er røtt. Stk. 6. Tá landsstýrið hevur endaliga talið av smolt- um, peningur skal latast fyri í fíggjarárinum, verður býtt eftir fylgjandi lutfalli: smolt < 50 g: Lutfall 90 smolt 50-60 g: Lutfall 100 smolt >60g: Lutfall 110. § 3. Landsstýrið umsitur lógina eftir ummæli frá Føroya Havbúnaðarfelag. § 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.) Nr. 83 28. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, nr. 9) verður orðað soleiðis: »Vinnurekandi grunnar, sínámillum tryggingar- feløg og endurtryggingarfeløg.« §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men er broyting nr. 1 galdandi frá 1. januar 1995. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.