Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 3
127 Nr. 84 28. mai Løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Virking av vørum úr fiski. § 1. Landsstýrinum verður heimilað at veita fiska- virkjum stuðul til keyp av fiski, krabbadýrum og skeljadýrum til virkingar í Føroyum. Stk. 2. Stuðul kann játtast eftir umsókn, har allar týð- andi upplýsingar um rávørukeypið og ætlaðu fram- leiðsluna eru hjálagdar. Játtast kann í mesta lagi 1,25 kr. fyri hvørt kg av frystum fiski, krabbadýrum og skeljadýrum, innflutt verður. Fyri feskan fisk kann stuðulin tó í mesta lagi vera kr. 1,00. Stk. 3. Stuðulin kann útgjaldast sambært skjalprógv- um fyri inn- og útflutningi. kapittul 2 Stuðul til vørumenning o.a. § 2. Landsstýrinum verður heimilað at veita stuðul til menning av føroyskum fiskavirkjum. Stk. 2. Endamálið við stuðlinum er at virka fyri øktari framleiðslu og umlegging til framleiðslu av há- virðisvørum á kappingarførum grundarlagi. Stk. 3. Stuðul kann játtast til verkætlanir, ið miða móti menning av rávøruútvegan, framleiðslu, vøru- menning og sølumenning. Stk. 4. Umframt tann stuðul, sum er ásettur í § 1, stk. 2, hevur landsstýrið heimild til at lata ein eyka stuðul til virki, sum av nýggjum fara undir framleiðslu av innfluttum fiski á plássum, har slík framleiðsla ikki er frammanundan. Hesin stuðul kann vera upp til 50 oyru/kg og skal avmarkast til at vara í eitt ár ffá tí, framleiðslan byrjar. § 3. Treytin fyri stuðuli er: a) at løgd verður fram útgreind frágreiðing um verkætlanina, tíðarætlan, kostnaðarætlan og rakstrarætlan. b) at verkætlanin kann menna fiskavirkingina á landi og gevur virðisøking til samfelagið. c) at umsøkjarin leggur fram neyvar upplýsingar um fíggjarstøðu sína. § 4. Játtast kann stuðul upp til 1/3 av kostnaðinum til fløgur í útgerð og upp til 50% av øðrum kostnaðum. Kapittul 3 Felagsreglur § 5. Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri veitan av stuðuli sambært hesi lóg, herundir at áseta eitt býti av játtanini millum stuðul eftir kapittul 1 og stuðul eftir kapittul 2. § 6. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.