Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 5
129 Nr. 87 28. mai Løgtingslóg um endurgjaldsgrunn til alivinnuna. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Stovnsettur verður Endurgjaldsgrunnur Alivinn- unar, sum kann veita endurgjald fyri tiltøk, framd smbr. § 7 í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum við seinni broytingum. § 2. Tá ið landsdjóralæknin eftir góðkenning frá landsstýrinum gevur boð um, at fiskur verður avlív- aður, kann endurgjald verða veitt úr Endurgjalds- grunninum, tó bert í førum, har trygging ikki tekur við. § 3. Grunnurin hevur nevnd við 3 limum. Ein nevndarlimur skal hava fíggjarligt innlit og tveir skulu hava kunnleika til alivinnuna. Stk. 2. Tveir av limunum verða tilnevndir av lands- stýrinum og ein av Havbúnaðarfelagnum. Valið er galdandi í 4 ár. Stk. 3. Fiskivinnuumsitingin tekur sær av dagliga rakstrinum av grunninum. § 4. Endurgjald verður ásett av nevndini. Stk. 2. Grunnurin ber útreiðslumar av virðismeting- um. Stk. 3. Virðið á fiski verður at áseta sum 70% av standard endurgjaldsvirðinum hjá tryggingini. Av upphædd fer møguligt søluvirði á tí avlívaða fiskinum. § 5. Eigarar av fiski, skelja- og krabbadýrum, ið av grovum ósketni hava verið atvoldin til, at fiskur er smittaður ella sjúkur, fáa ikki endurgjald frá grunninum. § 6. Fíggjarliga grundarlag gmnsins er gjald frá alamm og árliga játtanin á løgtingsfíggjarlógini. Alarar og landskassin gjalda ein part hvør. Smolt- alarar og alarar á sjónum gjalda helvt um helvt. Stk. 2. Inngoldið verður fyri fíggjarárini 1996, 1997 og 1998. Síðani skal gmnnurin hvfla í sær sjálvum. Stk. 3. Alarar, ið hava loyvisbræv at reka aling á sjón- um og/ella smoltstøð, hava skyldu at gjalda inn í gmnnin. Stk. 4. Inngjaldið frá landskassanum verður 30 oyru fyri hvørt sjósett smolt. Frá vinnuni verður inngjaldið 15 oyra frá smoltstøðunum fyri hvørt sjósett smolt og 15 oyru frá alistøðum fyri hvørt sjósett smolt. Stk. 5. Gjaldið frá vinnuni, sum nevnt er í hesi grein, kann krevjast inn við panting. § 7. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um virki gmnsins íroknað uppkrevjingarhátt o.a. § 8. Heldur nevndin, at endamálið við gmnninum ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka gmnnin av. Stk. 2. Landsstýrið tekur í hesum føri støðu til, hvussu verða skal við ognum gmnsins. § 9. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 7, stk. 4-6 og § 8 í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýram og krabbadýmm við seinni broyt- ingum. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.