Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 7
131 viðgerð. Persónar, sum flyta til Føroyar úr útland- inum, hava ikki rætt til hesar veitingar fyrr enn 6 vikur eftir, at teir eru fluttir. Landsstýrið kann áseta reglur um, at nærri ávísir persónbólkar fáa rætt til ta í stk. 1. umrøddu veiting beinanvegin eftir, at teir eru fluttir ella eftir eitt uppihald, sum er styttri enn 6 vikur. Stk.3. Persónar, við bústaði í Danmark ella Grøn- landi, sum fyribils halda til í Føroyum, hava rætt til ta í stk.l umrøddu ókeypis viðgerð beinanvegin, um ikki endamálið við uppihaldinum var at fáa sjúkra- húsviðgerð, og sjúklingurin ikki kann flytast til eitt sjúkrahús, har persónurin hevur bústað, ella annars hevur tørv á bráðfeingis hjálp. Landsstýrið kann áseta reglur um, at givin verður persónum við bústaði í útlondum, sum fyribils halda til í Føroyum, ókeypis viðgerð á teimum føroysku sjúkrahúsunum og hartil hoyrandi stovnum. Stk 4. Tá teir í stk. 1-2 nevndu persónar við játtan frá sjúkrahúsverkinum fáa viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, verða tær útreiðslur sum standast av viðgerðini goldnar av sjúkrahúsverkinum. Stk.5. Tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi, kan landsstýrið áseta reglur um, at summar viðgerðir verða veittar ókeypis uttan mun til, hvar sjúklingurin býr. Stk.6. Uttan mun til reglumar í stykki 1-5 kan lands- stýrið áseta reglur um, at í serligum føri kann gjald áleggjast fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerð á ávísum stovnum. Stk. 7. Fyri persónar, sum sambært hesi lóg ikki hava rætt til ókeypis viðgerð, verða reglur viðvíkjandi gjaldi ásettar av landsstýrinum. § 7. Til persónar, sum sambært § 6 hava rætt til ókeypis viðgerð, verður veittur flutningur ella givið ferðaendurgjald í Føroyum, um støðan hevur viðført, at flutningur er neyðugur. Stk.2. Landsstýrið ásetir nærri reglur um flutning ella ferðaendurgjald til sjúklingar, sum við samtykt frá sjúkrahúsverkinum skulu fara úr Føroyum til við- gerðar í einum øðmm landi. Stk.3. Viðvíkjandi rindan av øðrum útreiðslum í sam- band við, at sjúklingur, sum við samtykt frá sjúkra- húsverkinum, skal sendast úr Føroyum til viðgerðar í einum øðrum landi, ásetir landsstýrið nærri reglur. Stk.4. Landsstýrið ásetur nærri reglur um, í hvørjum øðrum førum flutningur ella ferðaendurgjald verður givið. § 8. Ferðin, har endurgjald eftir § 7 verður givið, skal verða gjørd við tí eftir umstøðunum bíligasta og ráði- ligasta flutningshátti. Landsstýrið kann áseta mark fyri ferðaútreiðslumar. Stk.2. Nærri reglur um veitan av flutningi og ferða- endurgjaldi og rindan av øðrum neyðugum ferðaút- reiðslum í samband við hetta verða ásettar av lands- stýrinum. S 9. Útgjaldan av ferðaendurgjaldi og loysn av øðrum flutningsuppgávum í Føroyum verður umsitið av tí sjúkrahúsi, har sjúklingurin fær viðgerð. Kapittul 4. Kæmrættur S 10. Avgerðir, tiknar av leiðsluni fyri sjúkrahúsverk- ið um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrið. Stk.2. Kærast skal innan 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk.3. Landsstýrið kann síggja burtur frá kæmfreist- ini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi. S 11. Landsstýrið kann áseta, at heimildin hjá lands- stýrinum eftir § 10 kann leggjast til eina kæmnevnd. Kapittul 5. Gildissetan o.a. § 12. Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Stk.2. Samstundis fara úr gildi ásetingamar í lógar- kunngerð nr. 137 frá ó.mars 1991 »for Færøeme om sygehusvæsenet« við seinni broyting, tó ikki §§ 17- 19. Tórshavn, 4. juni 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.