Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 10
134 ins. Stuðulin, sum viðkomandi flokkur fær, minkar samsvarandi. § 4. Landsstýrið rindar stuðul sambært hesi lóg í eins stórum mánaðargjøldum, smb. tó § 3, stk. 3. § 5. Tann, sum fær stuðul sambært hesi lóg, skal seta upphæddina á serstaka banka-, sparikassa- ella giro- konto, sum ikki kann brúkast til onnur endamál. Stk. 2. Tann, sum fær stuðul, skal í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrinum fráboðan um, at stuðulin í álmanakkaárinum fyri er nýttur til tey endamál, sum eru nevnd í § 1. Stk. 3. Heldur landsstýrið, at peningurin er ikki nýttur til nevndu endamál, kann tað steðga útgjaldingini fyribils. § 6. Landsstýrið kann f kunngerð áseta nærri reglur sambært hesi lóg. § 7. Henda lóg hevur gildi frá 1. januar 1996. Tó kann útgjaldingin í § 3, stk. 5 og 6 galda frá gildiskomu lógarinnar, um tingmaður sendir tær nevndu fráboð- anir inn í seinasta lagi 14 dagar eftir, at henda lóg er komin í gildi. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 18 frá 27. apríl 1967. Tórshavn, 4. juni 1996 Nr.93 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Sámal Petur í Grund (sign.) 4. juni Løgtingslóg um broytingar í rúsdrekkalógini. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: I løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka verða gjørdar hesar broytingar: 1. í § 2, stk. 1 verður »2 1/4 vektprosent« broytt til: »2,8 rúmprosent«. 2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: »Stk. 2. Sum rúsdrekka verður ikki roknað heilivágur, sum bert er loyvdur apotekum at selja eftir apotekaralóggávuni, hóast hesi hava í sær eitt alkoholrúmprosent, ið fer upp um 2,8.« 3. f § 3, stk. 1 verður nr. 2) orðað soleiðis: »2) at gera drekkandi tær í § 2, stk. 3 nevndu vørur.« 4. í § 3, stk. 2, verður »4,6 vektprosent« broytt til: »5,8 rúmprosent«. 5. f § 4 gongur stk. 3 út. 6. í § 5 gongur stk. 3 ikki út. 7. í § 6 verður »4,6 vektprosent« broytt til: »5,8 rúmprosent«. 8. § 8, stk. 1. verður orðað soleiðis: »Stk. 1. Rúsdrekkasøla Landsins kann heimilað føroysku bryggjaríunum at út- flýggja egna framleiðslu teirra av øli, smbr. § 3, stk. 2.« 9. í § 10, stk. 3 verður skoytt uppí: »Loyvt er ikki persónum undir 18 ár at hava atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking eftir hesum stk., ta tíð av degnum, skeinking er loyvd.« 10. í § 10, stk. 4 verða orðini »skip í sigling« broytt til: »skip í heimasigling«. 11. í § 12, stk. 3 verða pkt. 4 og 5 orðað so- leiðis: »Løgreglan kann góðkenna ein fyri- bilsleiðara (eitt avmarkað tíðarskeið. Leið- arin og fyribilsleiðarin hava somu revsi- rættarligu ábyrgd fyri rakstrinum av virki- num sum loyvishavarin.« 12. í § 14, stk. 1, pkt. 1 verður orðið »skal« broytt til: »kann«. 13. í § 15, stk. 3 verður orðið »møguliga« broytt til: »um neyðugt.« 14. í § 17, stk. 1 verður pkt. 1. orðað soleiðis: »Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytimar fyri at fáa rús- drekka.« 15. f § 17, stk. 2 verða orðini »tryggja sær« broytt til: »um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi«. 16. f § 25 verður »1995« broytt til: »1998.« §2. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1996. Samstundis fer danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka úr gildi. Tórshavn, 4. juni 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Sámal Petur í Grund (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.