Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Side 1
373
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 14
ISSN 0907-905X
Nr. 105 17. juli
KUNNGERÐ
um
Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai
1987 um Fróðskaparsetur Føroya, sum seinast broytt
við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995 hevur lands-
stýrið fyrisett:
§ 1. Fróðskaparsetur Føroya verður heimilað at geva
heitið philosophiae doctor, stytt Ph.D., í rannsóknar-
greinum, sum verða granskaðar á stovninum.
§ 2. Ph.D.-heitið verður latið sum viðurkenning av, at
tann, ið fær heitið, nøktandi hevur avrikað gransk-
araútbúgving og við eini ritgerð, sum er vard alment,
hevur skjalprógvað, at vera førur fyri at gjøgnumføra
vísindaligar rannsóknir við sjálvstøðugt at nýta hátta-
løg í vísindagreinini og á tann hátt hevur latið eitt
íkast til gransking á einum stigi, sum samsvarar við
altjóða Ph.D.-støðið í vísindagreinini.
Stk. 2. Fleiri kunnu ikki lata inn Ph.D.-ritgerð til
próvdømingar í felag.
Stk. 3. Fróðskaparsetrið kann loyva, at ritgerð, ið
byggir á útgivnar greinir, kann verða latin inn sum
Ph.D.-ritgerð. Eru partar av útgivnu greinunum skriv-
aðir saman við øðrum, skulu medrithøvundamir hvør
sær skrivliga siga frá partinum hjá Ph.D.-studentin-
um í arbeiðinum.
§ 3. Fróðskaparsetrið skal tryggja, at neyðugu um-
støðumar em í lagi, fyri at Ph.D.-studenturin kann
fullføra námið eftir § 4.
Stk. 2. Upptøka er treytað av, at Fróðskaparsetrið til-
nevnir ein ábyrgdarlærara, ið er í føstum starvi á
Fróðskaparsetri Føroya at leiðbeina Ph.D.-studentin
og at hava høvuðsábyrgdina av øllum náminum. Har-
umframt kunnu onnur á Fróðskaparsetrinum og uttan
fyri Fróðskaparsetrið vera hjálparleiðbeinarar hjá
Ph.D.-studentinum. Leiðbeinarar skulu vera profess-
arar ella lektarar í føstum starvi ella hava samsvar-
andi førleika á granskingarøki Ph.D-studentsins.
§ 4. Ph.D.-námið skal í vavi javnviga við trý ára lestr-
artíð eftir lokið kandidatprógv.
Stk. 2. í lestrartíðini skal Ph.D.-studenturin fremja ta
lestrarætlan, sum er ásett fyri hann. Ph.D.-studentur-
in skal við góðum úrsliti fylgja undirvísing sum í
nøgd samsvarar við fulla undirvísing í umleið 6 mán-
aðir. Ph.D.-studenturin skal, umframt at taka lut í
virknum granskingammhvørvi á Fróðskaparsetri
Føroya, eisini vistast í eina tíð á øðmm granskingar-
stovni ella universiteti. Haraftrat skal Ph.D.-student-
urin fáa sær undirvísingarroyndir ella royna seg við
øðrum vísindaligum kunningaruppgávum. I lestrar-
tíðina er íroknað tíðin, sum Ph.D.-studentinum nýtist
til at útinna sjálvstøðugt granskingararbeiði og til at
skriva eina Ph.D.-ritgerð. Avgerð, um Ph.D.-heitið
verður latið, skal takast skjótast gjørligt, eftir at rit-
gerðin er latin inn til próvdømingar.
§ 5. Fróðskaparsetur Føroya kann játta at taka ímóti
Ph.D.-ritgerð til próvdømingar, hóast Ph.D.-student-
urin ikki hevur verið innskrivaður ella bert í styttri tíð
hevur verið innskrivaður Ph.D.-studentur á Fróð-
skaparsetrinum. Tá ið soleiðis ber á, skal høvundurin
á annan hátt hava ognað sær tann kunnleika, sum
samsvarar vi𠧧 2 og 4.
§ 6. Hvøija lestrarhálvu skal støða takast til, um
granskingarútbúgving Ph.D-studentsins fer fram á
hóskandi hátt. Ger hon ikki tað, fær Ph.D.-studentur-
in - bara eina ferð - í boði at bøta lesturin. Tekur stu-
denturin ikki av, er hann ikki innskrivaður longur.
Tekur studenturin av at vinna tað mista innaftur, skal
hann gera tað innan 3 mánaðir. Er úrslitið eftir teir 3
mánaðimar ikki nóg gott, endar innskrivingin. Tó
kann Ph.D.-studenturin biðja um, at endaliga avgerð-
in í málinum verður tikin í setursráðnum. Tá ið
gongdin í lestrinum verður mett, eigur fyrilit at verða
havt fyri skjalprógvaðari sjúku og bamsburðum.
Stk. 2. Lýkur Ph.D.-studenturin ikki treytimar fyri
Ph.D.-lestri á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir,
sum em avráddar í sambandi við granskingartilhald
og granskingarætlan á øðmm stovnum, sbr. § 7, end-
ar innskrivingin, um talan er um so grov misbrot, at
átala og ávaring ikki verða hildin at vera nóg mikið.