Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Síða 1
373 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 14 ISSN 0907-905X Nr. 105 17. juli KUNNGERÐ um Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya. Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995 hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Fróðskaparsetur Føroya verður heimilað at geva heitið philosophiae doctor, stytt Ph.D., í rannsóknar- greinum, sum verða granskaðar á stovninum. § 2. Ph.D.-heitið verður latið sum viðurkenning av, at tann, ið fær heitið, nøktandi hevur avrikað gransk- araútbúgving og við eini ritgerð, sum er vard alment, hevur skjalprógvað, at vera førur fyri at gjøgnumføra vísindaligar rannsóknir við sjálvstøðugt at nýta hátta- løg í vísindagreinini og á tann hátt hevur latið eitt íkast til gransking á einum stigi, sum samsvarar við altjóða Ph.D.-støðið í vísindagreinini. Stk. 2. Fleiri kunnu ikki lata inn Ph.D.-ritgerð til próvdømingar í felag. Stk. 3. Fróðskaparsetrið kann loyva, at ritgerð, ið byggir á útgivnar greinir, kann verða latin inn sum Ph.D.-ritgerð. Eru partar av útgivnu greinunum skriv- aðir saman við øðrum, skulu medrithøvundamir hvør sær skrivliga siga frá partinum hjá Ph.D.-studentin- um í arbeiðinum. § 3. Fróðskaparsetrið skal tryggja, at neyðugu um- støðumar em í lagi, fyri at Ph.D.-studenturin kann fullføra námið eftir § 4. Stk. 2. Upptøka er treytað av, at Fróðskaparsetrið til- nevnir ein ábyrgdarlærara, ið er í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya at leiðbeina Ph.D.-studentin og at hava høvuðsábyrgdina av øllum náminum. Har- umframt kunnu onnur á Fróðskaparsetrinum og uttan fyri Fróðskaparsetrið vera hjálparleiðbeinarar hjá Ph.D.-studentinum. Leiðbeinarar skulu vera profess- arar ella lektarar í føstum starvi ella hava samsvar- andi førleika á granskingarøki Ph.D-studentsins. § 4. Ph.D.-námið skal í vavi javnviga við trý ára lestr- artíð eftir lokið kandidatprógv. Stk. 2. í lestrartíðini skal Ph.D.-studenturin fremja ta lestrarætlan, sum er ásett fyri hann. Ph.D.-studentur- in skal við góðum úrsliti fylgja undirvísing sum í nøgd samsvarar við fulla undirvísing í umleið 6 mán- aðir. Ph.D.-studenturin skal, umframt at taka lut í virknum granskingammhvørvi á Fróðskaparsetri Føroya, eisini vistast í eina tíð á øðmm granskingar- stovni ella universiteti. Haraftrat skal Ph.D.-student- urin fáa sær undirvísingarroyndir ella royna seg við øðrum vísindaligum kunningaruppgávum. I lestrar- tíðina er íroknað tíðin, sum Ph.D.-studentinum nýtist til at útinna sjálvstøðugt granskingararbeiði og til at skriva eina Ph.D.-ritgerð. Avgerð, um Ph.D.-heitið verður latið, skal takast skjótast gjørligt, eftir at rit- gerðin er latin inn til próvdømingar. § 5. Fróðskaparsetur Føroya kann játta at taka ímóti Ph.D.-ritgerð til próvdømingar, hóast Ph.D.-student- urin ikki hevur verið innskrivaður ella bert í styttri tíð hevur verið innskrivaður Ph.D.-studentur á Fróð- skaparsetrinum. Tá ið soleiðis ber á, skal høvundurin á annan hátt hava ognað sær tann kunnleika, sum samsvarar vi𠧧 2 og 4. § 6. Hvøija lestrarhálvu skal støða takast til, um granskingarútbúgving Ph.D-studentsins fer fram á hóskandi hátt. Ger hon ikki tað, fær Ph.D.-studentur- in - bara eina ferð - í boði at bøta lesturin. Tekur stu- denturin ikki av, er hann ikki innskrivaður longur. Tekur studenturin av at vinna tað mista innaftur, skal hann gera tað innan 3 mánaðir. Er úrslitið eftir teir 3 mánaðimar ikki nóg gott, endar innskrivingin. Tó kann Ph.D.-studenturin biðja um, at endaliga avgerð- in í málinum verður tikin í setursráðnum. Tá ið gongdin í lestrinum verður mett, eigur fyrilit at verða havt fyri skjalprógvaðari sjúku og bamsburðum. Stk. 2. Lýkur Ph.D.-studenturin ikki treytimar fyri Ph.D.-lestri á Fróðskaparsetri Føroya, ella treytir, sum em avráddar í sambandi við granskingartilhald og granskingarætlan á øðmm stovnum, sbr. § 7, end- ar innskrivingin, um talan er um so grov misbrot, at átala og ávaring ikki verða hildin at vera nóg mikið.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.