Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 2
374 § 7. Fróðskaparsetrið kann gera avtalur við aðrar granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands um leið- beining og granskingarskeið, sum Ph.D.-studenturin skal fylgja. § 8. Tá ið Ph.D.-ritgerðin er latin inn, og leiðbeinarin, sum hevur havt ábyrgdina av lestrinum, sbr. § 3, stk. 3, hevur latið inn eina frágreiðing um, at gongdin í lestrinum hevur verið nóg dygg, tilnevnir setursráðið eftir tilmæli frá megindeildarráðnum og høvuðsleið- beinara eina próvnevnd við trimum limum. Próvdóm- arar skulu vera professarar ella lektarar í føstum starvi ella fólk við samsvarandi førleika á gransking- arøki Ph.D.-studentsins. I minsta lagi tveir teirra skulu vera av øðrum universiteti ella granskingarst- ovni innan granskingarøki Ph.D.-studentsins. Leið- beinarar hjá Ph.D.-studentinum kunnu ikki vera próvdómarar, men taka lut í arbeiðinum uttan at- kvøðurætt. Ph.D.-studenturin skal hava at vita, hvør situr í próvnevndini og hava høvi til at mæla ímóti samansetingini innan 8 gerandisdagar eftir, at hann hevur fingið manningina at vita. Stk. 2. Próvnevndin ger tilmæli, sum sigur, um Ph.D,- studenturin við ritgerð síni, sum er vard alment, skjal- prógvar, at hann lýkur treytimar í § 2, stk. 1. Próv- nevndin kann loyva, at ritgerðin verður broytt ella skoytt verður uppí hana undan verjuni. § 9. Fróðskaparsetrið ásetir, nær og hvar almenna veijan skal fara fram og skal síggja til, at áhugað fáa kunnað seg við ritgerðina undan verjuni. Stk. 2. Ph.D.-studenturin skal hava høvi til at greiða frá arbeiði sínum. Síðani hoyrir próvnevndin Ph.D.- studentin. Fyriskiparin av vetjuni kann lata onnur fáa orðið, meðan verjan fer fram. § 10. Próvnevndin skal beinan vegin eftir verjuna mæla til ella frá at veita Ph.D.-heitið. Er ikki semja í próvnevndini um at mæla til at veita Ph.D.-heitið, sendir próvnevndin høvundinum eitt fyribilstilmæli at taka støðu til innan tvær vikur. Eftir hetta letur próvnevndin frá sær endaliga tilmæli sítt. Stk. 2. Ph.D.-heitið skal latast, um ein samd próv- nevnd mælir til tað, ella tveir av limunum em fyri tí. §11. Fróðskaparsetur Føroya skrivar tí, sum hevur fingið Ph.D.-heitið, próvskjal á føroyskum, donskum og enskum. Próvskjalið skal umrøða evnið, sum rit- gerðin snýr seg um, og eftir reglum setursins siga frá útbúgving, herundir undirvísing, granskingartilhald- um á øðmm stovnum o.tl. í lokna náminum. § 12. í heilt serligum stakføri kann rektarin eftir til- mæli frá setursráðnum góðtaka at vikið verður frá hesi kunngerð. § 13. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um Ph. D-lesandi sum bytjaðu lesturin aftaná 1. apríl 1992 FØROYA LANDSSTÝRI, 17. juli 1996 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.