Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 3
375 Nr. 106 17. mai KUNNGERÐ um veltistudning. Við heimild í § 51 í løgtingslóg nr. 174 frá 24. mai 1937 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyri- sett: § 1. Jarðarráðið kann veita veltistudning treytað av: a) at umsókn um studning er skrivað á serligt um- sóknarblað frá Jarðarráðnum, har álagt verður umsøkjara at upplýsa, hvat grøðin á tí velta lend- inum skal nýtast til, b) at umsøkjari er bókhaldsskyldugur sambært § 1 B, pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978, og c) at umsøkjarin er meirvirðisgjaldsskrásettur sam- bært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum. § 2. Studningur kann latast til: a) velting úr nýggjum, b) at vala um bø, c) vegagerð á nýveltum lendi. Stk. 2. Studningur verður ikki veittur til veltur, ið eru minni enn 1000 m^. Stk. 3. Studningurin verður bert veittur, um Jarðar- ráðið frammanundan velting hevur góðkent samlaðu veltingarætlanina. Stk. 4. f serligum føri verður tað heimilað Jarðarráðn- um at gera frávik í § 2, stk. 2 og 3. § 3. Jarðarráðið fyrisitur studningin og ásetir studn- ingsupphæddimar. § 4. Studningur fellur til gjaldingar, tá arbeiðið er sýnað og góðkent av umboðsmanni Jarðarráðsins. § 5. Studningsmóttakari hevur upplýsingarskyldu. í teimum førum, tá viðgerð og avgreiðsla av umsókn- um er tengd at ivamálum, hevur Jarðarráðið heimild til at krevja neyðugt skjalatilfar. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 17. juli 1996 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Kaj R Mortensen (sign.) Nr. 107 17. juli KUNNGERÐ um broyting í kunngerð um tíðarskeiðið ein kann fáa tryggingarútgjald hjá arbeiðsloysisskipanini. § 1. f § 1 verður: “4 ára skeiði” broytt til “5 ára skeiði”. í kunngerð nr. 144 frá 5. oktober 1995 um tíðarskeið- ið ein kann fáa tryggingarútgjald hjá arbeiðsloysis- § 2. skipanini verður gjørd henda broyting: Henda kunngerð fær gildi 1. august 1996. FØROYA LANDSSTÝRI, 17. juli 1996 Axel H. Nolsøe (sign.) landsstýrismaður / Eva H. Bennicke (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.