Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Blaðsíða 1
385 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 16 ISSN 0907-905X Nr. 114 KUNNGERÐ um roknskaparverk landsins o.a. 22. august Víð heimild í § 3 í Iøgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., hevur lands- stýrið fyrisett: I. Uppgávur roknskaparverksins § 1. Roknskaparverkið skal stuðla uppundir eina úrslitagóða búskaparfyrisiting við at skráseta upplýsing- ar, sum skulu nýtast til búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit við virkseminum á øllum stigum í landsfyrisit- ingini. Stk. 2. Roknskaparverkið skal skipast soleiðis, at útveg- ast kunnu neyðugar upplýsingar at nýta til framløgu av tíðarskeiðroknskapum og at gera landsroknskapin. Stk. 3. Roknskaparverkið skal lata upplýsingar at nýta til grannskoðan av roknskapunum sambært galdandi lóggávu. II. Hvønn reglurnar fevna um § 2. Reglurnar um roknskaparverk landsins eru galdandi fyri allar landsstovnar, t.e. allar landsstýrisdeildir, stovn- ar undir hesum, serligar grunnar o.a., umframt sjálvs- ognarstovnar, sum eru á játtanarlóg javnbjóðis teimum rættiligu landsstovnunum. Stk. 2. Reglurnar eru eisini galdandi fyri sjálvsognar- stovnar, feløg, grunnar o.a., hvørs roknsícapir koma und- ir § 2, stk. 2 í løgtingslóg um landsins almenna rokn- skaparhald v.m. III. Fyriskipan av roknskaparverkinum Fíggjar- og búskapardeildin § 3. Fíggjar- og búskapardeildin ásetur reglur um rokn- skaparverk landsins. Stk. 2. 011 uppskot um lógir, kunngerðir og rundskriv, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, skulu leggjast fyri Fíggjar- og búskapardeildina, Føroya Gjaldstovu, til góðkenningar. Stk. 3. Føroya Gjaldstova hevur um hendi menning-, rakstur- og viðlíkahald av Búskaparskipan Landsins. Gjaldstovan ásetur nærri reglur og sendir út brúkara- vegleiðingar o.a. viðvíkjandi skipanini og er ráðgevandi hjá landsstýrisdeildunum og stovnum í spurningum viðvíkjandi landsins roknskaparverki, búskaparstýring og Búskaparskipan Landsins. Stk. 4. Gjaldstovan sendir roknskapir til landsstýris- deildirnar og stovnar umframt til Grannskoðanardeild Landskassans, og letur tey neyðugu yvirlitini til játt- anareftirlit, roknskap, hagtøl o.a. Gjaldstovan fyriskipar uppseting av landsroknskapinum eftir reglum ásettar av Fíggjar- og búskapardeildini. Stk. 5. Gjaldstovnan tekur avgerð um, hvørjir stovnar o.a. smb. § 2 kunnu trekkja uppá peningastovnskonti landskassans. Gjaldstovan kann eisini áseta reglur hes- um viðvíkjandi. Stk 6. Fíggjar- og búskapardeildin tekur avgerð um, eftir tilmæli frá landsstýrisdeildunum og øðrum javnsettum myndugleikum, hvørjir stovnar skulu hava sjálvstøðug- ar peningastovnskonti og kassa, og kann gera ásetingar um hetta í hvørjum einstøkum føri. Landsstýrisdeildir og stovnar § 4. Landsstýrisdeildir og aðrir javnsettir myndugleikar, leggja roknskaparverkið - herundir at fastleggja talið á roknskaparførandi eindum og heimildum/uppgávum hjá hesum á roknskaparøkinum - á teirra øki til rættis og hava eftirlit við, at reglurnar um roknskaparverkið verða hildnar, og at fíngnar verða til vega tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 1. Stk. 2. Tað áliggur leiðaranum á einum stovni, sum før- ir roknskap, at gera og dagføra eina reglugerð um, hvussu roknskaparverkið á stovninum er fyriskipað, og at ansa eftir, at henda reglugerð við ábyrgdar- og heim- ildarreglum verður hildin. Reglugerðin skal góðkennast av møguiigum hægri myndugleika. Reglugerðin skal sendast Grannskoðanardeild Landskassans ella grann- skoðara stovnsins til kunningar. Fíggjar- og búskapar- deildin sendir út eitt rundskriv við vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu gerast. Stk. 3. Allir stovnar, sum koma undir § 2, stk. 1, hava skyldu at nýta Búskaparskipan Landsins. Stovnamir skulu lata upplýsingar til skipanina og eftirkanna tað til- far, teir fáa úr skipanini, samsvarandi teimum reglum, sum eru ásettar í vegleiðingum o.ø. Stk. 4. Fíggjar- og búskapardeildin, Føroya Gjaldstova, ger eina ætlan yvir, hvussu teir stovnar smb. § 4, stk. 3, sum tann dagin kunngerðin kemur í gildi, liggja uttan- fyri Búskaparskipan Landsins, verða tiknir við. Stk. 5. Fíggjar- og búskapardeildin kann loyva stovnum við serligum tørvi heilt ella lutvíst at nýta sínar egnu bú- skaparskipanir. Landsstýrisdeildirnar, sum stovnarnir hoyra undir, senda umsókn um hetta til Fíggjar- og bú- skapardeildina, smb. stk. 1. Stovnar sum enn ikki nýta Búskaparskipan Landsins, skulu nýta eina búskapar- skipan á økinum, sum lýkur tey kunningar-, trygdar-, eftirlits- og tíðarkrøv, sum til eina og hvørja tíð eru gald- andi fyri Búskaparskipan Landsins. Loyvið er eisini treytað av, at dátasamskiftið kann gerast elektroniskt ella á annan líknandi hátt um standardmarkamótið hjá Búskaparskipan Landsins. Ein skrivlig rakstraravtala

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.