Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Síða 1
385 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 16 ISSN 0907-905X Nr. 114 22. august KUNNGERÐ um roknskaparverk landsins o.a. Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., hevur lands- stýrið fyrisett: I. Uppgávur roknskaparverksins § 1. Roknskaparverkið skal stuðla uppundir eina úrslitagóða búskaparfyrisiting við at skráseta upplýsing- ar, sum skulu nýtast til búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit við virkseminum á øllum stigum í landsfyrisit- ingini. Stk. 2. Roknskaparverkið skal skipast soleiðis, at útveg- ast kunnu neyðugar upplýsingar at nýta til framløgu av tíðarskeiðrolóiskapum og at gera landsroknskapin. Stk. 3. Roknskaparverkið skal lata upplýsingar at nýta til grannskoðan av roknskapunum sambært galdandi lóggávu. II. Hvønn reglumar fevna um § 2. Reglumar um roknskaparverk landsins em galdandi fyri allar landsstovnar, t.e. allar landsstýrisdeildir, stovn- ar undir hesum, serligar gmnnar o.a., umframt sjálvs- ognarstovnar, sum em á játtanarlóg javnbjóðis teimum rættiligu landsstovnunum. Stk. 2. Reglumar em eisini galdandi fyri sjálvsognar- stovnar, feløg, gmnnar o.a., hvørs roknskapir koma und- ir § 2, stk. 2 í løgtingslóg um landsins almenna rokn- skaparhald v.m. III. Fyriskipan av roknskaparverkinum Fíggjar- og búskapardeildin § 3. Fíggjar- og búskapardeildin ásetur reglur um rokn- skaparverk landsins. Stk. 2. 011 uppskot um lógir, kunngerðir og mndskriv, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, skulu leggjast fyri Fíggjar- og búskapardeildina, Føroya Gjaldstovu, til góðkenningar. Stk. 3. Føroya Gjaldstova hevur um hendi menning-, rakstur- og viðlíkahald av Búskaparskipan Landsins. Gjaldstovan ásetur nærri reglur og sendir út brúkara- vegleiðingar o.a. viðvíkjandi skipanini og er ráðgevandi hjá landsstýrisdeildunum og stovnum í spumingum viðvíkjandi landsins roknskaparverki, búskaparstýring og Búskaparskipan Landsins. Stk. 4. Gjaldstovan sendir roknskapir til landsstýris- deildimar og stovnar umframt til Grannskoðanardeild Landskassans, og letur tey neyðugu yvirlitini til játt- anareftirlit, roknskap, hagtøl o.a. Gjaldstovan fyriskipar uppseting av landsroknskapinum eftir reglum ásettar av Fíggjar- og búskapardeildini. Stk. 5. Gjaldstovnan tekur avgerð um, hvøtjir stovnar o.a. smb. § 2 kunnu trekkja uppá peningastovnskonti landskassans. Gjaldstovan kann eisini áseta reglur hes- um viðvíkjandi. Stk 6. Fíggjar- og búskapardeildin tekur avgerð um, eftir tilmæli frá landsstýrisdeildunum og øðmm javnsettum myndugleikum, hvørjir stovnar skulu hava sjálvstøðug- ar peningastovnskonti og kassa, og kann gera ásetingar um hetta í hvøtjum einstøkum føri. Landsstýrisdeildir og stovnar § 4. Landsstýrisdeildir og aðrir javnsettir myndugleikar, leggja roknskaparverkið - hemndir at fastleggja talið á roknskaparførandi eindum og heimildum/uppgávum hjá hesum á roknskaparøkinum - á teirra øki til rættis og hava eftirlit við, at reglumar um roknskaparverkið verða hildnar, og at fingnar verða til vega tær upplýsingar, sum nevndar em í § 1. Stk. 2. Tað áliggur leiðaranum á einum stovni, sum før- ir roknskap, at gera og dagføra eina reglugerð um, hvussu roknskaparverkið á stovninum er fyriskipað, og at ansa eftir, at henda reglugerð við ábyrgdar- og heim- ildarreglum verður hildin. Reglugerðin skal góðkennast av møguligum hægri myndugleika. Reglugerðin skal sendast Grannskoðanardeild Landskassans ella grann- skoðara stovnsins til kunningar. Fíggjar- og búskapar- deildin sendir út eitt mndskriv við vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu gerast. Stk. 3. Allir stovnar, sum koma undir § 2, stk. 1, hava skyldu at nýta Búskaparskipan Landsins. Stovnamir skulu lata upplýsingar til skipanina og eftirkanna tað til- far, teir fáa úr skipanini, samsvarandi teimum reglum, sum em ásettar í vegleiðingum o.ø. Stk. 4. Fíggjar- og búskapardeildin, Føroya Gjaldstova, ger eina ætlan yvir, hvussu teir stovnar smb. § 4, stk. 3, sum tann dagin kunngerðin kemur í gildi, liggja uttan- fyri Búskaparskipan Landsins. verða tiknir við. Stk. 5. Fíggjar- og búskapardeildin kann loyva stovnum við serligum tørvi heilt ella lutvíst at nýta sínar egnu bú- skaparskipanir. Landsstýrisdeildimar, sum stovnamir hoyra undir, senda umsókn um hetta til Fíggjar- og bú- skapardeildina, smb. stk. 1. Stovnar sum enn ikki nýta Búskaparskipan Landsins, skulu nýta eina búskapar- skipan á økinum, sum lýkur tey kunningar-, trygdar-, eftirlits- og tíðarkrøv, sum til eina og hvørja tíð em gald- andi fyri Búskaparskipan Landsins. Loyvið er eisini treytað av, at dátasamskiftið kann gerast elektroniskt ella á annan líknandi hátt um standardmarkamótið hjá Búskaparskipan Landsins. Ein skrivlig rakstraravtala

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.