Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1996, Blaðsíða 2
386 skal gerast við Føroya Gjaldstovu og viðkomandi stovn, sum nærri útgreinar treytimar fyri dátasamskifti o.ø. Stk. 6. Teir stovnar o.a., sum koma undir reglumar um roknskaparverk landsins smb. § 2, stk. 2, verða knýttir at Búskaparskipan Landsins eftir nærri avtalu millum við- komandi landsstýrisdeild og Fíggjar- og búskapardeild- ina. IV. Roknskaparsløg Játtanarrvknskapur o.a. § 5. Stovnar, ið føra roknskap sbr. § 4, stk. 1, skulu føra játtanarroknskap viðvíkjandi virksemi sínum. Rokn- skapurin skal fevna um stovnsins játtanir, útreiðslur og inntøkur umframt ogn og skuld. Harumframt skulu skrá- setast ogn og skuld, sum ikki em landsins ogn og skuld, men har landið hevur ábyrgdina av, at hesi em til og av fyrisitingini av teimum. f játtanarroknskapinum skulu eisini skrásetast tilsagnir, sum hava ávirkan á útreiðslur ella inntøkur í einum komandi fíggjarári. Stk. 2. Stovnar, ið føra roknskap, skulu hammframt skráseta lønir og starvsfólkanýtslu við atliti til at veita upplýsingar um nýtslu av starvsfólkum og lønargongd- ina o.a. til nýtslu hjá Fíggjar- og búskapardeildini. Nærri reglur um hetta verða setiar av Føroya Gjaldstovu. Stk. 3. Roknskaparárið fylgir almanakkaárinum. Eitt ella fleiri ískoytistíðarskeið verða knýtt at roknskaparárin- um. Stk. 4. Skrásetingin fer fram í samsvari við játtanarlógir og verður gjørd samsvarandi Kontoskipan Landsins við tilhoyrandi vegleiðing, umframt øðmm vegleiðingartil- fari, sum Fíggjar- og búskapardeildin ella Føroya Gjald- stova sendir út. Rceðismknskapur § 6. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til- rættis, at skrásetingar eftir tørvi kunnu gerast av upp- hæddum viðvíkjandi avtalum og skyldum, sum seinni føra við sær inntøkur ella útreiðslur í verandi ella kom- andi fíggjarámm. Stk. 2. Fíggjar- og búskapardeildin kann áleggja stovn- um, ið føra roknskap, at gera slíkar skrásetingar á serlig- um økjum. Innanhýsis mknskapur § 7. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at tað í hóskandi mun kunnu gerast roknskapir og frágreiðingar o.a. við upplýsingum um, hvussu útreiðsl- ur og inntøkur stovnsins em liðaðar út á endamál, stað, framleiðslu, virksemi o.a. Stk. 2. Fyri at lýsa virksemið á stovninum, skulu í hósk- andi mun skrásetast nøgdampplýsingar, sum fevna um tað, stovnurin avrikar, og um tilfeingisnýtslu (t.d. tíðar- nýtslu hjá starvsfólkum) o.a. Stk. 3. Roknskaparskrásetingin skal kunna geva gmnd- arlag fyri at lýsa, hvat tað einstaka virksemið og ymsu veitingamar kosta ella væntandi koma at kosta, og eisini hvøiji viðurskifti em avgerandi fyri nýtsluna av tilfeingi til framleiðslu. Eisini skal innanhýsis roknskapurin kunna geva gmndarlag fyri at lýsa produktivitetin, t.e. lutfallið millum framleiðslutáttir og framleiðslunøgd. Stk. 4. Fíggjar- og búskapardeildin kann áleggja stovn- um, ið føra roknskap, at nýta innanhýsisroknskapir við tilskilan av, hvat tílíkir roknskapir skulu fevna um. V. Roknskaparfrágreiðing Roknskaparframløga § 8. Landsstýrisdeildimar og teir stovnar, sum hoyra undir hesar, skulu leggja fram roknskap, samsvarandi teimum reglum, sum til eina og hvørja tíð em ásettar av Fíggjar- og búskapardeildini. Stk. 2. Hesir roknskapir verða gjørdir í Búskaparskipan Landsins, við støði í upplýsingum frá landsstýrisdeild- unum og teimum stovnum, sum hoyra undir hesar. Játtanarroknskapir verða gjørdir fyri hvønn mánað, fyri hvørt ískoytistíðarskeið og fyri fíggjarárið (ársrokn- skapur). Roknskapir viðvíkjandi starvsfólkanýtslu verða gjørdir eftir nærri reglum, sum Føroya Gjaldstova ásetur. ^ Stk. 3. Ársroknskapurin verður gjørdur við atliti til áogn, skuld og forútgoldnar upphæddir o.a., soleiðis at rokn- skapurin gevur eina rætta mynd av inntøkum og út- reiðslum í fíggjarárinum, og somuleiðis av ognum og skuld við fíggjarárslok, smb. § 5, stk. 1. Roknskapargóðkenning § 9. Landsstýrisdeildimar og aðrir javnsettir myndug- leikar skulu (eftir reglum, sum Føroya Gjaldstova hevur ásett) góðkenna roknskapir mótvegis Fíggjar- og bú- skapardeildini, Grannskoðanardeild Landskassans ella grannskoðara stovnsins, viðvíkjandi egnum virksemi og virkseminum hjá teimum stovnum, sum hoyra undir hesar, hemppi í roknskapir fyri partar av felagsjáttanum hjá einari landsstýrisdeild. Stk. 2. Roknskapir viðvíkjandi stovnunum skulu góð- kennast av stovnsleiðamnum mótvegis møguligum hægri myndugleika og mótvegis Grannskoðanardeild Landskassans. Stk. 3. Sum liður í góðkenningini skal eftirlit vera við, um ogn og skuld og nýtslan av veittum játtanum er gjørd rætt upp, og um tær í reglugerðini (smb. § 4, stk. 2) ásettu mannagongdir em hildnar. f hesum sambandi verður mett, um nýtslan av játtanunum er hóskandi í mun til virksemi stovnsins í fama tíðarskeiði, og um ogn og skuld hava eina hóskandi stødd. Landsmknskapurin § 10. Roknskapampplýsingar samsvarandi góðkendum ársroknskapum verða tiknar við í landsroknskapin, sum Føroya Gjaldstova setur upp. Landsstýrisdeildir og stovnar skulu fáa til vega meira roknskapartilfar, sum skal nýtast til landsroknskapin, um gjaldstovan biður um tað, hemppi í notur og yvirlit yvir virksemið hjá landinum, sum em neyðug fyri at fáa røttu fatanina av roknskapinum. VI. Krøv til roknskaparligu skrásetingina Skrásetingar § 11. Roknskaparliga skrásetingin skal leggjast til rættis soleiðis, at allar skrásetingar kunnu fylgjast fram til árs- roknskapin. Tølini í ársroknskapinum skulu kunna loys- ast upp í tær skrásetingar, sum tey em samansett av (transaktiónssporið). Stk. 2. Skrásetingamar og tilhoyrandi skjalatilfar skulu innihalda tær upplýsingar, ið em neyðugar sum skjal- prógv fyri rættleikan av skrásetingunum (eftirlitsspor- ið).

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.