Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.11.1996, Side 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.11.1996, Side 1
409 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 21 ISSN 0907-905X Nr. 128 27. november KUNNGERÐ um hjáveiðureglur fyri fiskifør, ið ikki eru undir fiskidagaskipan. Við heimild í § 29, stk. 6 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður fyrisett: § 1. Lemmatrolarar við meir enn 1200 HK kunnu hava upp til 8% av toski og 8% av hýsu sum hjá- veiðu, roknað fyri eitt hálvár í senn. Stk. 2. Lemmatrolarar við 1200 HK ella minni kunnu hava upp til 12% av toski og 12% av hýsu sum hjáveiðu, roknað fyri eitt hálvár í senn. Stk. 3. Hálvárini eru ávikavist 1/1-30/6 og 1/7- 31/12. Tó verður fyrsta tíðarskeiðið frá gildiskomu kunngerðinnar til 31/12-1996. § 2. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir lógini. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 95 frá 10. juni 1996 um hjáveiðureglur fyri fiski- før, ið ikki eru undir fiskidagaskipan. Deildin fyri fiski- og aðrari vinnu, 27. november 1996 John Petersen (sign.) landsstýrismaður /Ulla S. Wang (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.