Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1996, Blaðsíða 1
413
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 22
ISSN 0907-905X
Nr. 130 3. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um útvarp.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
I løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp,
sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 13. juni
1995, verða gjørdar hesar broytingar:
1) I § 1, stk. 1 verður orðið »einarætt« broytt
til: »rætt«.
2) Sum nýtt stk. 3 í § 1 verður sett:
»Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri
reglur um loyvi hjá øðrum enn Útvarpi Før-
oya at senda útvarp og ásetir treytir annars.«
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini
strikaður.
Tórshavn, 3. desember 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Sámal Petur í Grund (sign.)