Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1996, Blaðsíða 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1996, Blaðsíða 15
483 Nr. 153 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um trygging- arvirksemi verða gjørdar hesar broytingar: í § 145 verður 2. punktum orðað soljóðandi: “Felagið hevur haraumframt veðrætt fyri veitingar í tí tryggjaðu ognini frammanfyri veðrættir f ognini í 1 ár frá gjaldkomudegnum. “ Niðanfyristandandi skjøl 1-3 verða skoytt uppí lóg- ina: Skjal 1 Australia Belgia Bretland Canada Danmark Finland Frakland Føroyar Grikkaland Irland Italia Island Japan Hesi lond eru við í øki A Luxembourg Nederland (Holland) New Zealand Noreg Portugal Sambandsríkið Týskland Sameindu Statirnir (USA) Saudi-Arabia Schweiz Spania Svøríki Turkaland Eysturríki Skjal 2 Bólking av vandum eftir trvggingarbólkum. Vanlukkur (herundir arbeiðsvanlukkur og vinnu- sjúkur): Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggj- arligt tap, sammansetingar av hesum og personsflut- ningur. Sjúka: Upphæddartrygging, endurgjald fyri fíggjar- ligt tap og samansetingar av hesum. Skrokktrygging av akførum: Allur skaði á motorrik- in akfør og ikki motorrikin akfør 1. Skrokktrygging av flogførum: Allur skaði á flogfør. Skrokktrygging av fømm til sigling til havs ella á vøtnum og áum: Allur skaði á før til sjós, før á vøt- num og før í áum. Farmaflutningur (herundur vørur, viðføri og allur annar farmur): Allur skaði á fluttar vørur ella viðføri uttan slag av flutningsfari. Eldur og náttúrumegi: Allur skaði á ogn (undantik- nar ognir, ið koma undir økini 3, 4, 5 og 6), tá ið tey eru elvd av eldi, spreinging, stormi, náttúrumegi (stormur undantikin), kjamorkumegi ella skriðulopi. 1. Aðrir skaðar á ogn: Allur skaði á ogn (undantik- ið ogn fevnd av økjunum 3, 4, 5 og 6), tá ið hesir skaðar eru orsakaðir av heglingi, frosti ella av øllum øðmm orsøkum, t.d. tjóvarí, undantikin tey, ið nevnd eru undir nr. 7. Ábyrgdartrygging fyri motorakfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av motorriknum akfør- um (hemndir ábyrgd førarans). Ábyrgdartrygging fyri flogfør: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsluni av flogfømm (hemndir ábyrgd førarans). Ábyrgdartrygging fyri før til sigling til havs, á vøtn- um og í áum: Ein og hvør ábyrgd stavandi frá nýtsl- uni av fømm til sigling til havs, á vøtnum og í áum (herundir ábyrgd førarans). Vanlig ábyrgdartrygging: Ein og hvør ábyrgd, ið ikki er tilskilað undir nummnum 9, 10 og 11. Kredit: vanligt: Vanligt fíggjartrot, útflutnings- kredittur, avgjaldssøla, fastognarveðtrygging og landbúnaðartrygging. Borgan: Beinleiðis og óbeinleiðis borgan. Ymiskt fíggjarligt tap: Arbeiðsloysisvandi, innheint- ingartap (vanligt), vána veður, tap av vinningi, fram- haldandi aðalkostnaður, óvæntaðar handilsútreiðsl- ur, tap av søluvirði, húsaleigu - ella inntøkutap, óbeinleiðis handilstap undantikið tey omanfyri nevndu, ikki vinnuligt fíggjarligt tap og onnur fxggj- arlig tap. Rættarhj álpartrygging: Rættarhj álpartry gging. Hjálp: Hjálp til persónar, ið koma í trupuleikar undir flutningi ella undir frávera frá bústaðnum ella fasta tilhaldinum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.