Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Síða 1
1 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 1 ISSN 0907-905X Nr. 1 10. januar KUNNGERÐ um sjónvarpsgjald. Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 141 frá 20. desem- ber 1996 um sjónvarp verður fyrisett: § 1. Fyri sjónvarpsmóttakara skal gjaldast sjón- varpsgjald fyri 1996, kr. 1.107,50 umframt meir- virðisgjald. Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakara skal gjaldast sjón- varpsgjald fyri 1997, kr. 1.107,50 umframt meir- virðisgjald. § 2. Sjónvarpsgjaldið er galdandi fyri sjónvarpsmót- takarar, ið verða nýttir av gjaldarunum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá. Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum ikki koma undir reglumar í stk. 1, verður goldið á henda hátt: 1) Sjónvarpsmóttakarar, sum em uppsettir í húsin- um hjá gjaldaranum, og sum verða nýttir av øðr- um enn teimum húsfólkum, sum nevnd em í stk. 1. 2) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í egnum ella útleigaðum húsum gjaldarans ella í húsum, sum gjaldarin eigur, og sum hann ella húsfólk hansara nýta til frítíðarbústað ella annað. 3) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á virkj- um, á stovnum v.m. 4) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í flutn- ingstólum, tá hesi bert verða nýtt til vinnuligt endamál. 5) Sjónvarpsmóttakarar umborð á skipum, sum em skrásett í Føroyum. 6) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á kost- skúlum, øðmm skúlum og í felagshølum v.m. 7) Sjónvarpsmóttakarar á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum, dagstovnum v.m. 8) Sjónvarpsmóttakarar á hotellum, gistingarhúsum v.m.: Frá 1 til 5 móttakarar 1 gjald. Frá 6 til 10 móttakarar 2 gjøld o.s.fr. § 3. Persónar, búsettir uttanlands, sum em í Føroy- um í styttri tíð enn 3 mánaðir og hava sjónvarpsmót- takara við, skulu ikki gjalda sjónvarpsgjald. § 4. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir áðrenn 1. januar, skal gjaldið verða goldið sjónvarpinum í seinasta lagi 1. apríl árið eftir.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.