Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Page 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Page 3
Nr. 2 3 KUNNGERÐ um próvførsia o.a. viðvíkjandi ognarviðurskiftunum í tryggingarfeløgum. 13. januar Við heimild í § 9, stk 3 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi er fyrisett: § 1. Tryggingarvirksemi í Føroyum kann bara rekast av partafeløgum, sínámillum feløgum, Føroya Lívs- trygging og eftirlønargrunnum við heimstaði í Før- oyum, um eigaramir lúka treytimar um ognarviður- skiftini eftir § 9, stk 2, í løgtingslógini um trygging- arvirksemi. Loyvi kann ikki gevast til tryggingar- virksemi, um peningur er ella ætlast settur í felagið, sum ikki er føroyskur. § 2. í tryggingarpartafeløgum skulu partabrøvini vera navnapartabrøv og skrásett í partabrævbók fel- agsins. Stk.2. Partabrævaeigaramir skulu allir hava danskan heimarætt og vera skrásettir í fólkayvirlitinum í Før- oyum seinastu tvey árini og allir vera fult skatt- skyldugir í Føroyum. Stk.3. Um eigarar av partabrøvum í einum trygging- arfelag em partafeløg, smápartafeløg ella aðrir fel- agsskapir ella stovnar, skulu stjórin (stjóramir) og allir nevndarlimimir í hesum feløgum lúka treytimar í stk.2. § 3. Partafelag, smápartafeløg og onnur feløg eins og stovnar og gmnnar, ið ikki em skrásett í Før- oysku Skrásetingini og onnur feløg o.l., ið ikki hava heimstað í Føroyum ella ikki lúka treytimar í §§ 1-2 kunnu ikki skrásetast í partabrævabók tryggingarfel- agsins sum eigarar av partabrøvum í tryggingarfel- agnum. § 4. Fyri eigara av ábyrgdarpeningi í sínaámillum tryggingarfelaøgum galda reglumar í §§ 2 og 3 sam- svarandi. § 5. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum fømm veita undantak frá treytunum í §§ 2 og 3 fyri stytri tíðarskeið og um partaeigarin ikki verður mettur at hava nakra ávirkan á felagið. § 6. Brot á reglumar í §§ 2 og 3 verður revsað við bót eftir § 182, stk. 4-5 í lógini. § 7. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Vinnumálastýrið, 13. januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.