Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 4
Nr. 3 4 13. januar KUNNGERÐ um eftirlitið við tryggingarvirksemi Við heimild í § 157, stk. 4 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett: § 1. Eftirlitsins dagliga virki verður røkt av eini um- siting, undir leiðslu av einum formanni. Stk. 2. Eftirlitið røkir eftirlitsuppgávur sambært lóg- gávuni um tryggingarvirksemi og um eftirlit við eft- irlønargrunnum. § 2. Limir og starvsfólk í Eftirlitinum kunnu ikki hava fíggjarligan áhuga í ella vera knýtt at nøkrum tryggingarfelag ella eftirlønargrunni, at aðrari fyri- tøku, ið er undir Eftirlitsins eftirliti, ella at felags- skapum fyri hesar fyritøkur. Stk. 2. Eftirlitið kann boðsenda serligum sakkønum í tann mun. hetta verður mett neyðugt. Stk. 3. Tey boðsendu sakkønu kunnu ikki hava áhuga í ella vera knýtt at fyritøkum ella felagsskap- um, hvørs viðurskifti óbeinleiðis hava samband við tað mál, sum tey eru biðin um at vera við í viðgerð- ini av. § 3. Starvsfólkini í Eftirlitinum og boðsend sakkøn hava skyldu til mótvegis øllum óviðkomandi at dylja tað, sum tey í teirra virksemi verða vitandi um. Stk. 2. Ásetingamar í stk. 1 eru ikki til hindurs fyri, at Eftirlitið sum ein liður í einum samarbeiði við eft- irlitsmyndugleikar í øðrum londum letur víðari upp- lýsingar til hesar við teirri fortreyt, at upplýsingamar em undir samsvarandi tagnarskyldu í viðkomandi landi. Upplýsingar, sum Eftirlitið fær frá eftirlits- myndugleikunum í øðmm londum við tilskilan av, at upplýsingamar em loyniligar ella trúnaðarligar, ella har hetta fylgir av, hvussu upplýsingamar em hátt- aðar, skulu koma undir ásetingamar í stk. 1. § 4. Eftirlitið leggur fyri tað av landsstýrinum stov- naða ráð, jbr. § 158 í løgtingslóg um tryggingarvirk- semi, øll mál av almennum áhuga, mál har serstakur ivi er til staðar og mál, ið hava víðarigangandi stórar fylgjur fyri viðkomandi felag ella eftirlønargmnn, ella sum Eftirlitið annars metir tað hóskandi at leg- gja fyri ráðið. Eftirlitið fremur ráðsins avgerðir og kunnar tað um, hvussu dagliga virki Eftirlitsins verður røkt, hemppií Eftirlitsins viðgerð av teimum áheitanum, sum em sendar Eftirlitinum. Stk. 2. Eftirlitið kann, tá tað røkir Eftirlitsins dagliga virki, uttan at leggja tey einstøku ítøkiligu málini fyri ráðið, taka avgerð í málum í samsvari við fastu siðvenju ráðsins ella við tey av ráðnum fráboðaðu stevnumið. Stk. 3. Uttan at leggja tað fyri ráðið, kann Eftirlitið harumframt taka avgerð í málum, ið hava bráðs- kund, tí endamálið annars hevði verið burtur. Frá- greiðing um hetta verður givin á næsta fundi í ráðn- um. Stk. 4. Um ikki ráðið tekur aðra avgerð, hevur Eftir- litið tær tingingar, ið fylgja av virksemi Eftirlitsins, við almennar myndugleikar, felagsskapir, trygging- arfeløg v.m. og privat. Sama er galdandi fyri samar- beiði við millumtjóða myndugleikar ella myndugle- ikar hjá øðrum londum. § 5. Eftirlitið tekur ímóti teimum sambært løgdngs- lógini um tryggingarvirksemi givnu fráboðanum og skrásetir hesar í samsvari við ásetingamar f § 167 í lógini. § 6. Eftirlitið skal javnan kanna viðurskiftini hjá tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, møguliga við kanningum á staðnum. Stk. 2. Eftirlitið kann krevja, at allar slíkar upplýs- ingar, sum verða mettar neyðugar fyri tess virksemi verða fráboðaðar, herappií tá avgerast skal, um eitt virksemi kemur undir lógina. Her kann eingin upp- lýsing noktast tí. § 7. Formaðurin ger av, um áheitan skal sendast ákæramyndugleikanum um ákæra fyri brot á ta í § 1 nevndu lóggávu. Mál, har serstakur ivi er til staðar, skulu tó, áðrenn tey verða send ákæramyndugleika- num, leggjast fyri ráðið. § 8. Avgerðir Eftirlitsins skulu fráboðast skrivliga og hava upplýsing um tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerðina. Stk. 2. Avgerðir, sum kunnu kærast, skulu hava eina vegleiðing um kæramøguleika við tilskilan av kæra- stovni og upplýsing um mannagongdina tá kært verður, herappií um møguliga freist. § 9. Ummælir um kærur um tær av Eftirlitinum tiknu avgerðir verða innan 14 dagar sendar Føroya Landsstýri ella tí í lógarinnar § 170 nevndu nevnd. Eftirlitið gevur tær upplýsingar, ið eru neyðugar til viðgerðina av kæranum. §10. Tað áliggur Eftirlitinum at gera eina ársfrá- greiðing, sum Eftirlitið skal geva um sítt virksemi. Frágreiðingin skal almannakunngerðast. § 11. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Vinnumálastýrið, 13. januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.