Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 5
5 Nr. 4 13.januar KUNNGERÐ um loyvi til skaðatryggingarvirksemi Við heimild í § 18, stk. 4 og § 184, stk. 3 í løgtings- lóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett: Kapittul 1 Umsókn um loyvi v.m. § 1. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi (konses- sión) frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum at reka skaðatryggingarvirksemi, jbr. § 4, stk. 1. Áðrenn loyvi er givið, og áðrenn skráseting í Skráseting Føroya, kann felagið ikki teknað tryggingar. § 2. Umsókn um loyvi skal hava upplýsingar um tað virksemi, sum felagið ætlar at reka við tilskilan av tryggingarbólkinum, flokkum av bólkinum og møguligum eyka váða, jbr. § 5. § 3. Umsókn um loyvi í samband við stovnanina av einum tryggingarfelag, sum hevur til endamáls at reka skaðatryggingarvirksemi, skal sambært § 18 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi hava hesi skjøl: 1) stovningarskjalið og onnur í sambandi við stovnanina gjørd skjøl í frumriti ella einum av stýrinum váttaðum avriti, 2) váttaðari úrskrivt av teirri á stovnandi aðalfundi førdu gerðabók, 3) eina rakstrarætlan, jbr. ásetingamar í kunngerð um kapitalgrundarlagið fyri skaðatryggingar- virksemi, og 4) upplýsingar um øll, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum ella at- kvøðurættindunum ella ein kapitallut, ið gevur møguleika fyri at hava eina stóra ávirkan á raksturin av tryggingarfelagnum og um hvussu stórur kapitalparturin hjá hesum kapitaleigarum er. Stk 2. Um felagið ynskir loyvi til arbeiðsskaðatrygg- ing sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi kapittul 24, skal umsóknin eisini hava hesi skjøl: 1) vanligu tryggingartreytir felagsins við tilskilan av í hvønn mun hesar verða settar í felagsins tryggingarskjøl, 2) tilskilan av meginreglunum fyri útrokning av tryggingargjøldunum, 3) tilskilan av meginreglunum fyri útrokning av tryggingarligum burturleggingum, 4) tilskilan av endurtryggingarviðurskiftunum, 5) tilskilan av teimum reglum sambært hvørjum felagið kann taka ímóti endurtrygging og 6) tilskilan av meginreglum fyri býti av bonus. Stk. 3. Samstundis við umsókn um loyvi til Føroya Landsstýri og Eftirlitið skal felagið geva fráboðan um skráseting í Skráseting Føroya. § 4. Við umsókn um broyting í loyvi skal vera ein rakstrarætlan, jbr. ásetingamar í kunngerð um kapi- talgmndarlag fyri skaðatryggingarvirksemi, og upp- lýsing um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin kann hava gjørt neyðugar. Stk. 2. Viðførir broyting í loyvi eina víðkan av felag- sins virksemi til at fevna um arbeiðsskaðatrygging sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi kapittul 24, skal umsóknin eisini hava tey í § 3, stk. 2 nevndu skjøl. Stk. 3. Samstundis við umsókn um broyting í loyvi til Føroya Landsstýri og Eftirlitið skal felagið geva fráboðan um skráseting í Skráseting Føroya, her- uppií um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin kann hava gjørt neyðugar. Kapittul 2 Innihaldið í loyvinum § 5. Eitt loyvi verður givið serstakt fyri hvønn av hesum tryggingarbólkum í skjali 2 til lógina við seinni broytingum. Stk. 2. Váði, ið ein bólkur fevnir um, kann ikki flokkast í ein annan bólk burtursæð frá teimum før- um, ið em tilskilað í stk. 5. Stk. 3. Eitt loyvi fevnir um allan viðkomandi klassa, um ikki umsøkjarin einans ynskir at tryggja ein part av tí váða, ið hoyrir uppí viðkomandi klassa. Stk. 4. Eitt loyvi kann verða givið samstundis fyri fleiri klassar tá loyvið samstundis fevnir um: a) Bólkamir 1 og 2, verður givið undir heitinum “vanlukka og sjúka”. b) Bólkamir 1 (tó einans fólkaflutningur), 3, 6 og 9, verður givið undir heitinum “biltrygging”. c) Bólkamir 1 (tó einans fólkaflutningur), 5, 6 og 11, verður givið undir heitinum “sjó- og flutn- ingstrygging). d) Bólkamir 1 (tó einans fólkaflutningur), 4, 6 og 10, verður givið undir heitinum “loftferðslu- trygging” e) Bólkamir 7 og 8 verður givið undir heitinum “eldur og annar skaði á ogn”. f) Bólkamir 9, 10, 11 og 12, verður givið undir heitinum “ábyrgdartrygging”. g) Bólkamir 13 og 14, verður givið undir heitinum “kredit og borgan”. h) Allir bólkar, verður givið undir heitinum “trygg- ingarvirksemi innan bólkarnar 1-17”. Stk. 5. Tað loyvi, ið verður givið fyri ein tryggingar- bólk ella fyri ein flokk av bólkum fevnir sum eyka váðar eisini um teir váðar, sum hoyra til ein annan bólk, uttan at loyvi krevst til hesar váðar, um so er, at teir em ein partur av høvuðsváðanum og viðvíkja tí luti, ið er rindaður av tí sáttmála, ið rindar høvuðs- váðan. Kredittrygging, borgstrygging og rættarhjál-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.