Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 6
6 partrygging, jbr. stk. 1, klassa 13, 14 og 16, kunnu tó ikki vera eyka váðar til aðrar bólkar. Stk. 6. Tann váði, ið bólkur 16 fevnir um, rættarhjál- partrygging, kann tó verða mettur sum eykaváði til klassa 17, stuðul, tá treytimar í stk. 5, 1. pkt. eru loknar, og tá høvuðsváðin einans viðvíkur hjálp til persónar, ið koma í trupulleikar undir ferðum ella fráveru frá bústaðnum ella tí fasta tilhaldinum. Rættarhjálpartrygging kann somuleiðis verða mett sum eykaváði við teimum í stk. 5 nevndu treytum, tá ið hann er knýttur at trætu ella váða, sum skyldast nýtslu av sjóførum, ella sum kann vísast til slfka nýtslu. § 6. Eitt loyvi kann ikki fevna um annað virksemi enn tað, heimild er fyri sambært tilskilanini í viðtøk- unum av endamáli felagsins. Loyvið kann fevna um virksemi, ið fevnir um minni enn felagsins endamál. Stk. 2. Eitt loyvi verður givið uttan tíðaravmarking. § 7. Eitt loyvi skal hava upplýsing um: 1) felagsins navn sambært viðtøkunum, 2) felagsins heimstað sambært viðtøkunum, 3) felagsins felagarættarliga form, 4) skrásetingamummar í Skráseting Føroya 5) teir tryggingarbólkar, sum loyvið fevnir um, flokkar av bólkum og avmarkingar í hesum, jbr. § 5 og 6) felagsins møguliga høvi til at tekna lógskylduga arbeiðsskaðatrygging, heruppií upplýsing um góðkendar tryggingartreytir fyri hesum. Kapittul 3 Gildiskoma v.m. § 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Stk. 2. Verandi rættindi hjá skaðatryggingarfeløgum at reka tryggingarvirksemi verða í gildi við somu loyvum í upp til 18 mánaðir frá gildiskomu av hesi kunngerð. Vinnumálastýrið, 13. januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.