Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 7
Nr. 5 7 13. januar KUNNGERÐ um fæfeingisgrundarlag fyri skaðatryggingarvirksemi Við heimild í § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 og 3 í løg- tingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingar- virksemi verður fyrisett: Kapittul 1 Byrjanarásetingar § 1. Henda kunngerð er galdandi fyri tryggingarfel- øg, sum sambært viðtøkunum hava heimstað her á landi. Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri tryggingarfe- løg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi. § 2. Tryggingarfeløg skulu fyri at kunna reka virk- semi hava eitt grundfæfeingi, sum í minsta lagi sam- svarar felagsins gjaldførisbredda, jbr. § 25, stk. 1, og § 27, stk. 1 og 2, í løgtingslóg um tryggingarvirk- semi. Stk. 2. Gjaldførisbreddin verður roknaður eftir regl- unum í §§ 5-9. Grundfæfeingið verður gjørdur upp eftir reglunum í §§ 11-13. § 3. Upphæddir, sum í hesi kunngerð eru ásettar í ECU, verða umroknaðar til danskar krónur eftir kursinum tann 31. oktober í sambandi við roknskap- ir, ið verða gjørdir upp 31. desember sama ár ella í tíðarskeiðnum til og við 30. desember næsta ár. Stk. 2. Hóast stk. 1 kann ikki verða nýtt eitt mótvirði fyri ECU, sum er lægri enn 7,50 danskar krónur. § 4. Við tryggingarbólkar verður í hesi kunngerð at skilja teir tryggingarbólkar, sum nevndir eru í kunn- gerð um loyvi til skaðatryggingarvirksemi fyri tryggingarfeløg. Kapittul 2 Gjaldførisbreddin § 5. Gjaldførisbreddin hjá einum tryggingarfelag er tað hægsta av hesum upphæddum: 1) minstaupphæddin, jbr. § 6, 2) 1. úrslitið, jbr. § 7 og 3) 2. úrslitið, jbr. § 8. § 6. Minstaupphæddin verður ásett grundað á teir tryggingarbólkar, sum felagið hevur loyvi til, eftir hesum reglum: 1) Fyri tryggingarbólkar 13 og 14 er minstaupp- hæddin 1.400.000 ECU fyri partafeløg og 1.050.000 ECU fyri sínámillum feløg. 2) Fyri tryggingarbólkar 9, 10, 11 og 12 er minsta- upphæddin 400.000 ECU fyri partafeløg og 300.000 ECU fyri sínámillum feløg. 3) Fyri tryggingarbólkar 1, 2, 3, 4, 5, 6 ,7, 15 og 17 er minstaupphæddin 300.000 ECU fyri partafel- øg og 225.000 ECU fyri sínámillum feløg. 4) Fyri tryggingarbólkar 8 og 16 er minstaupp- hæddin 200.000 ECU fyri partafeløg og 150.000 ECU fyri sínámillum feløg. Stk. 2. Hevur felagið loyvi til fleiri tryggingarbólkar, verður við ásetingini av minstuupphæddini fyrilit tikið fyri tí bólki, sum hægsta upphæddin er galdanđi fyri. § 7. 1. úrslit verður útroknað grundað á tey í seinasta roknskaparári falnu bruttotryggingargjøldini fyri beinleiðis og óbeinleiðis tryggingar, frároknað gjøld til almennar myndugleikar, ið felagið hevur kravt inn saman við tryggingargjøldunum. 1. úrslit er 18 pst. av hesi tryggingargjaldsupphædđ upp til 10.000.000 ECU og 16 pst. av tryggingargjøldum harumframt. Stk. 2. Tá tryggingarfelagið hevur endurtryggjað fæst 1. úrslit við falding av tí eftir stk. 1 framkomnu úpphædd við tí brøki, ið verður avgjørdur av lutfall- inum millum tryggingarfelagsins endurgjøld fyri egna rokning og bruttoendurgjøldini í tí seinasta rok- nskaparárinum. Hesin brøkur kann tó ikki vera min- ni enn 'h. § 8. 2. úrslit verður útroknað grundað á árliga miðal- talið av bruttoendurgjaldsútreiðslunum 3 tey seinastu roknskaparárini. 2. úrslit er 26 pst. av hesum miðal- tali fyri upphæddir upp til 7.000.000 ECU og 23 pst. av upphæddum harumframt. Stk. 2. Hevur felagið yvirtikið eina tryggingar- mongd, verða endurgjaldsútreiðslurnar í 3 ára tíðar- skeiðnum fyri hesa mongd íroknað útrokningini av 2. úrsliti. Stk. 3. Rindar tryggingarfelagið í høvuðsheitum láns-, storm-, heglings- ella frostváða, verður útrokn- ingin av 2. úrsliti eftir stk. 1 gjørd við grundarlagi í árliga miðaltalinum av bruttoendurgjaldsútreiðsl- unum tey seinastu 7 árini í staðin fyri 3 ár. Stk. 4. Rindar felagið váða, ið tryggingarbólki 16 fevnir um, verða útreiðslumar av veittari hjálp nýttar samsvarandi endurgjaldsútreiðslunum við útrokning- ini av 2. úrsliti. Stk. 5. Tá ið tryggingarfelagið hevur endurtryggjað, fæst 2. úrslit við falding av tí eftir 1. stk. fingnu upphædd við tí brøki, ið verður avgjørdur av lutfall- inum millum tryggingarfelagsins endurgjøld fyri egna rokning og bmttoendurgjøldini í seinasta rokn- skaparári. Hesin brøkur kann tó ikki vera minni enn 'h. § 9. f feløgum, ið reka óbeinleiðis lívstryggingar- virksemi, verður 1. og 2. úrslit gjørt upp einans gmndað á tann partin av felagsins virksemi, ið ikki er lívstryggingarvirksemi. Gjaldførisbreddin hjá slíkum feløgum verður gjørdur upp sum samanlegg-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.