Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 9
9 skotið og ógoldnar rentur kunnu niðurskrivast við eini upphædd, sum frammanundan er góð- kend av tryggingarfelagsins grannskoðarum og Eftirlitinum. § 13. Limakonti í sínámillum feløgum kunnu írokn- ast grundkapitalinum, jbr. § 11, stk. 3, nr. 2, tá ið hetta er galdandi sambært viðtøkum felagsins: 1) Upphæddirnar skulu, um so er, at felagið fer í avtøku ella á húsagang ikki kunna afturgjaldast fyrr enn onnur skuld hjá felagnum er greidd. 2) Upphæddirnar kunnu í øðrum førum einans verða goldnar aftur, um grundfæfeingið av hes- um ikki kemur niður á eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin. 3) Afturgjalding, ið er orsakað av øðrum enn tí, at einstakir limir halda uppat, kann einans verða framd, tá Eftirlitið í seinasta lagi ein mánað frammanundan hevur fingið fráboðan um hetta. Afturgjaldingin kann verða noktað av Eftirlitin- um. Kapittul 4 Rakstrarætlanir § 14. Til nýtslu fyri Eftirlitsins metan av, um felags- ins grundfæfeingið er nóg stórt, skal við felagsins umsókn um loyvi til tryggingarvirksemi fylgja ein rakstrarætlan. Rakstrarætlanin skal fevna um 3 tey fyrstu roknskaparárini hjá felagnum. Verður fyrsti roknskapurin greiddur fyri eitt tíðarskeið, sum er minni enn 1 ár, skal rakstrarætlanin fevna um hetta tíðarskeiði og tey 3 fylgjandi roknskaparárini. Stk. 2. Rakstrarætlanin skal fevna um: 1) Ein byrjanarjavna, soleiðis sum hesin ætlandi fer at vera, eftir at stovningarútreiðslurnar eru gold- nar. 2) Tey væntaðu roknskaparúrslitini, lýst við úrslita- uppgerðum og javnum fyri tey roknskaparár, ið rakstrarætlanin fevnir um. 3) Eina uppseting við teimum útreiðslum, ið mettar vera neyðugar til uppbyggjan av felagsins um- siting í tí tíðarskeiði, rakstrarætlanin fevnir um. 4) Frágreiðing um meginreglumar fyri endurtrygg- ing. 5) Upplýsing um slagi av váða, sum felagið ætlar at rinda. 6) Frágreiðing um grundina fyri felagsins væntan um støddina á endurgjaldsútreiðslunum í mun til inntøkumar av tryggingargjøldunum. 7) Frágreiðing um íløgupolitikk felagsins. 8) Útrokning av ætlaðum gjaldførisbredda og grundkapitali eftir at hvørt av teimum roknskap- arámm, sum rakstrarætlanin fevnir um, er lokið. 9) Upplýsing um tann útbúnað, sum felagið ræður yvir til nýtslu fyri virksemi, ið tryggingarbólki 17 fevnir um. Stk. 3. Eftirlitið kann annars krevja tær upplýsingar, ið verða mettar neyðugar til metan av, um úrslitini í rakstrarætlanini mugu metast sannlík. § 15. Metir Eftirlitið ikki, at tað við teimum sam- bært § 14 sendu upplýsingum er gjørt sannlíkt, at tryggingarfelagið í tí tíðarskeiði, sum rakstrarætlan- in fevnir um, og tá hetta tíðarskeið endar, fer at hava tann neyðuga grandkapitalin, verður loyvi ikki giv- ið. § 16. Eftir at loyvi er givið skal tryggingarfelagið senda Eftirlitinum ársfjórðingsroknskapir í einum formi, ið ger tað beinleiðis gjørligt at sammeta fel- agsins veraligu úrslit við tey ætlaðu úrslitini, ið era í rakstrarætlanini. Stk. 2. Víkja felagsins veruligu úrslit munandi frá rakstrarætlanini, skal tryggingarfelagið, um Eftirlitið biður um tað, senda eina endurskoðaða rakstrarætlan fyri eitt nýtt 3-ára skeið. § 17. §§ 14, 15 og 16 verða at nýta samsvarandi, tá ið eitt tryggingarfelag søkir um víðkan av galdandi loyvi, í tann mun felagsins viðurskiftir samanborin við umbidnu loyvisvíðkanina eftir Eftirlitsins met- ing ger tað neyðugt. Kapittul 5 Gildiskoma § 18. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Vinnumálastýrið, 13. januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.