Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Síða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Síða 10
Nr. 6 10 13. januar KUNNGERÐ um loyvi til lívstryggingarvirksemi hjá tryggingarfeløgum Við heimild í § 18, stk. 4 og § 184, stk. 3 í løgtings- lóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett: Kapittul 1 Umsókn um loyvi v.m. § 1. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi (konces- sión) frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum at reka lívstryggingarvirksemi. jbr. § 5, stk. 1. Aðrenn loyvi er givið, og áðrenn skráseting í Skráseting Føroya, kann felagið ikki tekna tryggingar. § 2. Umsókn um loyvi skal hava upplýsing um tað virksemi, sum felagið ætlar at reka við tilskilan av tryggingarbólkinum og møguligum tilhoyrandi váða, jbr. § 5. § 3. Umsókn um loyvi í samband við stovnan av einum tryggingarfelag, sum hevur til endamáls at reka lívstryggingarvirksemi, skal sambært § 18 í lóg um tryggingarvirksemi hava hesi skjøl: 1) stovningarskjal og onnur skjøl í samband við stovningina í frumriti ella einum av nevndini váttaðum avriti, 2) váttaðari úrskrift av teirri á stovnandi aðalfundi førdu gerðabók, 3) upplýsingar um øll, sum beinleiðis ella óbein- leiðis eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum ella atkvøðurættindunum ella ein kapitalpart, ið gev- ur møguleika fyri at hava eina stóra ávirkan á raksturin av tryggingarfelagnum og um støddina á kapitalpartinum hjá hesum kapitaleigarum og 4) eina rakstrarætlan, jbr. ásetingamar í kunngerð um kapitalgrundarlag fyri lívstryggingarvirk- semið hjá tryggingarfeløgum. Stk. 2. Sum ein partur av teirri í stk.1, nr. 4 nevndu rakstrarætlan inngongur felagsins tekniska gmndar- lag v.m. Stk. 3. Felagsins tekniska grundarlag v.m. og ein og hvør broyting í hesum skal leypandi fráboðast Eftir- litinum, jbr. ásetingamar í kunngerð um fráboðan um tekniska grundarlagi v.m. hjá lívstryggingarfel- øgum og tvørgangandi eftirlønarkassum. Stk. 4. Samstundis sum søkt verður um loyvi frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum skal felagið geva fráboðan um skráseting í Skráseting Føroya. § 4. Við umsókn um broyting í loyvi skal fylgja rakstrarætlan, jbr. ásetingamar í kunngerð um kapi- talgmndarlag fyri lívstryggingarvirksemið og upp- lýsing um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin hevur gjørt neyðugar. Stk. 2. Samstundis sum umsókn um broyting í loyvi verður latin Eftirlitinum, skal felagið geva fráboðan um skráseting til Skráseting Føroya, heruppií um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin hevur gjørt neyðugar. Kapittul 2 Innihaldið í loyvinum § 5. Eitt loyvi verður givið serstakt fyri hvønn av tryggingarbólkunum í skjali 3 til løgtingslógina um tryggingarvirksemi við seinni broytingum. Stk. 2. Loyvið fevnir um allan tann viðkomandi bólkin, um ikki umsøkjarin einans ynskir at rinda ein part av tí váða, ið kemur undir viðkomandi bólk. § 6. Eitt loyvi kann ikki fevna um annað virksemi enn tað, sum heimilđ er til sambært tilskilanini í við- tøkunum av endamáli felagsins. Loyvið kann fevna um virksemi, ið er minni víðgongt enn endamál felagsins. Stk. 2. Eitt loyvi verður givið uttan tíðaravmarking. § 7. Eitt loyvi skal hava upplýsing um: 1) navn felagsins sambært viðtøkunum, 2) heimstað felagsins sambært viðtøkunum, 3) felagsins felagaðarættarliga form 4) skrásetingarnummar í Skráseting Føroya og 5) teir tryggingarbólkar og avmarkingar í hes- um, sum loyvið fevnir um, jbr. § 5. Stk. 2. Eitt loyvi til teir eftirlønargrunnar, sum kapittul 21 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi fev- nir um, skulu umframt tær í stk. 1, nr. 1, 2 og 4 nevndu upplýsingar, hava upplýsingar um teir trygg- ingarbólkar, sum loyvið fevnir um, jbr. § 5, og av- markingar í eftirlønarveitinganna slagi og vavi ella avmarkingar, ið fylgja av ásetingunum í viðtøkunum um limaskaran. Kapittul 3 Gildiskoma v.m. § 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Stk. 2. Verandi rættindi hjá Føroya Lívstrygging at reka tryggingarvirksemi verða í gildi við somu loyv- um í upp til 18 mánaðir frá gildiskomu av hesi kunngerð. Vinnumálastýrið, 13.januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgrím Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.