Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Page 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Page 11
Nr. 7 II 13. januar KUNNGERÐ um fæfeingisgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi Við heimild í § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 og 3 í løg- tingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingar- virksemi verður fyrisett: Kapittul 1 Innleiðandi ásetingar § 1. Henda kunngerð er galdandi fyri lívstryggingar- feløg. Við hesum er at skilja tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. § 2. Trygginarfeløg skulu fyri at kunna reka lívs- tryggingarvirksemi hava eitt grundfæfeingi, ið í minsta lagi samsvarar felagsins gjaldførisbredda, jbr. § 25, stk. 1, og § 27, stk. 1 og 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Stk. 2. Gjaldførisbreddin verður roknaður út eftir reglunum í §§ 5-6. Grundfæfeingið verður gjørt upp eftir reglunum í §§ 8-10. § 3. Upphæddir, sum í hesi kunngerð eru ásettar í ECU, verða umroknaðar til danskar krónur eftir kursinum tann 31. oktober í sambandi við roknskap- ir, ið verða gjørdir upp 31. desember sama ár ella í tíðarskeiðnum til og við 30. desember næsta ár. Stk. 2. Hóast stk. 1 kann ikki verða nýtt eitt mótvirði fyri ECU, sum er lægri enn 7,50 danskar krónur. § 4. Við tryggingarbólkar verður í hesi kunngerð at skilja teir tryggingarbólkar, sum eru nevndir í kunn- gerð um loyvi til lívstryggingarvirksemi hjá trygg- ingarfeløgum. Kapittul 2 Gjaldførisbreddin § 5. Gjaldførisbreddin hjá einum tryggingarfelag verður roknaður sum samanteljing av hesum upp- hæddum: 1) Fyri tryggingarbólk I. (Tær komplementeru tryggingamar í bólkinum undantiknar) og fyri tryggingarbólk II: 4 pst. av lívstryggingarburtur- leggingunum fyri egna rokning tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum utt- an frádrátt fyri endurtrygging. 2) Fyri tryggingarbólk I (Undantikið tær komple- menteru tryggingarnar í bólkinum og undantikna uppathaldandi deyðatryggingum við eini aftur- gjaldingartíð upp á í mesta lagi 5 ár) og fyri tryggingarbólk II: 3%« av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 1,5%c av váðaupp- hæddini uttan frádrátt fyri endurtrygging. 3) Fyri uppathaldandi deyðatryggingar við eini aft- urgjaldingartíð upp á yvir 3 ár, men í mesta lagi 5 ár: 1,5%« av váðaupphæddini fyri egna rokn- ing, tó í minsta lagi 0,75%« váðaupphæddini utt- an frádrátt fyri endurtrygging. 4) Fyri uppathaldandi deyðatryggingar við eini aft- urgjaldingartíð upp á í mesta lagi 3 ár, heruppií bólkalívstryggingar: l%o av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 0,5%« av váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygg- ing. 5) Fyri tær komplementeru tryggingamar í trygg- ingarbólki I produktið av a) samanleggingini av 18 pst. av tí parti av bruttotryggingargjøldunum, ið ikki fara upp um 10.000.000 ECU, og 16 pst. av restini av tryggingarinntøkuni og b) einum brøki, ið er tað sama sum lutfallið millum tær tryggingarveitingar, sum í einasta roknskaparári lógu á felagnum eftir endur- trygging, og tær veitingar, ið lógu á tí áðrenn endurtrygging, tó soleiðis at brøkurin ikki kann verða minni enn 'h. 6) Fyri tær tryggingar, sum em í tryggingarbólki III, har felagið hevur átikið sær ein íløguváða: 4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívs- tryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging. 7) Fyri tær tryggingar, sum em í tryggingarbólki III, har felagið ikki hevur átikið sær ein fløgu- váða, og fyri hvørjar tann upphæddin, ið skal rinda tann í tryggingaravtaluni ásetta rakstrar- kostnað, verður fyri eitt tíðarskeið upp á yvir 5 ár ásett: 1 pst. av lívstryggingarburturlegging- unum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 0,85 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging. 8) Fyri tryggingarbólki III: 3%« av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 1,5%« av váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygg- ing. 9) Fyri tryggingarbólki IV: 4 pst. av lívstryggingar- burturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturlegg- ingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging. 10) Fyri tryggingarbólki V: 1 pst. av ognini hjá tont- inuni. 11) Fyri tryggingarbólki VI: 4 pst. av lívstryggingar- burturleggingunum fyri egna rokning, tó í min- sta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturlegging- unum uttan frádrátt fyri endurtrygging. Stk. 2. Lívstryggingarburturleggingar uttan frádrátt fyri endurtrygging, jbr. stk. 1, nr. 1, 6, 9 og 11, verða roknaðar í samsvari við reglurnar í kunngerð um ársroknskapimar hjá lívstryggingarfeløgum og eftir- lønargrunnum, soleiðis at skyldur felagsins eins væl og tryggingargjøldini verða gjørd upp uttan frádrátt fyri endurtrygging. Lívstryggingarburturleggingar- nar fyri egna rokning, jbr. stk. 1, nr. 1, 6, 7, 9 og 11, verða roknaðar samsvarandi, soleiðis at sæð verður burtur frá teimum tryggingarveitingum og trygging-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.