Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Side 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Side 12
12 argjøldum, sum felagið hevur latið í endurtrygging. Stk. 3. Váðaupphæddin uttan frádrátt fyri endur- trygging jbr. stk. 1, nr. 2, 3, 4 og 8, verður roknað fyri hvønn einstakan tryggjara sum munurin millum øðrumegin ta upphædd, ið fellur til gjaldingar um tann tryggjaði doyr, og kapitalvirðið gjørt upp á tí fyri felagið galdandi tekniska grundarlagi av teim- um veitingum, ið falla til gjaldingar eftir at tryggjaði er deyður og hinumegin lívstryggingarburturlegg- ingamar uttan ffádrátt fyri endurtrygging fyri við- komandi tryggjaða. Váðaupphæddin fyri egna rokn- ing, jbr. stk. 1, nr. 2, 3, 4 og 8, verður roknað fyri hvønn einstakan tryggaða sum munurin millum váðaupphæddina uttan frádrátt fyri endurtrygging og tann partin av veitingunum við deyða tryggjaða og kapitalvirðið av veitingunum eftir deyða tryggjaða, sum er latin í endurtrygging fyri viðkomandi tryggj- aða. Tá samlaða váðaupphæddin hjá felagnum verð- ur gjørd upp verður í báðum førum einans tikið fyri- lit fyri teimum tryggjaðu, har váðaupphæddin er positiv. Stk. 4. Fyri tær komplementeru tryggingamar, sum em í tryggingarbólki I, verða tryggingargjøldini, jbr. stk. 1, nr. 5, litra a, roknað sum samanleggingin av teimum í seinasta roknskaparári falnu tryggingar- gjøldunum fyri tær tryggingar, sum ásetingin fevnir um við frádrátti av teimum skattum og avgjøldum, sum kunnu vera uppií tryggingargjøldunum. § 6. Hóast § 5 er gjaldførisbreddin í minsta lagi 800.000 ECU fyri partafeløg og í minsta lagi 600.000 ECU fyri sínámillum feløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar. § 7. Saman við ársroknskapinum v.m., jbr. § 66, stk. 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, skulu trygg- ingarfeløg senda eina útrokning av felagsins gjald- førisbredda og eina frágreiðing um støddina og sam- ansetingina av grundkapitalinum. Kapittul 3 Grundfæfeingið § 8. Grundfæfeingið hjá einum tryggingarfelag verður gjørdur upp við støði í felagsins eginpeningi, gjørdur upp eftir somu meginreglum, sum verða nýttar í felagsins ársroknskapi. Grundfæfeingið kemur fram við regulering av eginpeninginum við teimum frádráttum, sum standa í stk. 2, og teimum uppískoytum, sum eru tilskilað í stk. 3 og 4. Stk. 2. Tá grundfæfeingið verður gjørdur upp kann dragast frá: 1) Virðið av øllum immateriellum ognum, heruppií goodwill og aktiveraðar útreiðslur til innrætting av leigaðum hølum. 2) Virðið av egnum partabrøvum, heruppií parta- brøv, ið dótturfyritøkur hava. 3) Ein upphædd svarandi til tann partin av gjald- førisbreddanum hjá einum dótturtryggingarfel- ag, sum svarar til ognarpartin av dótturtrygging- arfelagsins partapeningi. 4) Fyri onnur dótturfeløg, ið eru undir Eftirlitsins eftirliti, jbr. § 6, stk. 3 í løgtingslóg um trygging- arvirksemi: Ein upphædd svarandi til tann partin av tí fyri viðkomandi felag galdandi gjaldføris- kravi, sum samsvarar ognarpartinum av dóttur- felagsins partapeningi. 5) Fyri virðir, ið eru beinleiðis ella óbeinleiðis ogn, ið umboða ein váða uppá eina einstaka fyritøku ella ein bólk av fyritøkum, ið gera ein samlaðan váða: Tann upphædd, sum roknskaparliga virði á viðkomandi ognum fer upp um samanleggingina av 75 pst. av felagsins gjaldførisbredda og ein vektað samanlegging av gjaldførisbreddunum hjá tess dótturtryggingarfeløgum og gjaldføri- skravinum í øðrum dótturfeløgnum, sum eru undir Eftirlitsins eftirliti. I útrokningini verða fylgjandi vektir nýttar: a) Dótturfeløg, ið reka beinleiðis lívstryggingar- virksemi verða vektað við 75% av ognarpart- inum. b) Onnur dótturfeløg verða vektað við ognar- partinum. Frádráttur skal ikki verða gjørdur fyri íløgur í dótturfeløg og fyri ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1-8 í løgtingslóg um tryggingar- virksemi fevnir um. Stk. 3. Tá grundfæfeingið verður gjørdur upp kann leggjast aftrat: 1) Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspening- ur), ið lýkur tær treytir, ið eru tilskilaðar í § 9. fskoytið kann í mesta lagi vera ein upphædd, ið svarar til 50 pst. av gjaldførisbreddanum. 2) Limakonti í sínámillum feløgum og tvørgang- andi eftirlønargrunnum, ið lúka treytimar, ið eru tilskilaðar í § 10. Stk. 4. Eftirlitið kann eftir umsókn loyva, at felagið í sín gmndkapital íroknar eina upphædd fyri útreiðsl- ur havdar í sambandi við útveganina. Samanlegg- ingin av hesi upphædd og tí frádrátti í lívstrygging- arburturleggingunum fyri havdar útveganarútreiðsl- ur, ið verður gjørt í samsvari við reglumar í kunn- gerð um ársroknskapir hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, kann ikki fara upp um 5 pst. av kapitalvirðinum av teimum tryggingargjøldum, sum tryggingartakaramir skulu gjalda i framtíðini, og hækkanin av upphæddini kann ikki fara upp um tær í árinum havdu útveganarútreiðslur. Gmndarlagið fyri útrokning av teirri upphædd, sum sambært hes- um stykki verður íroknað grundkapitalinum, skal fráboðast sum ein partur av felagsins tekniska grundarlag. Stk. 5. Eftirlitið kann geva undantak frá regluni í stk. 2, nr. 5. § 9. Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspening- ur) kunnu verða íroknað gmndfæfeinginum, jbr. § 8, stk. 3, nr. 1, tá hesar treytir em loknar: 1) Lánveitarans krav móti tryggingarfelagnum skal verða sett afturum alla aðra ikki-afturumsettari skuld.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.