Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 13
13 2) Upphæddin skal vera inngoldin. 3) Afturgjalding kann ikki fara fram av lánveitar- ans áðum ella, um ikki gjaldtíðin er komin, uttan loyvi frá Eftirlitinum. 4) Kapitalinnskot kunnu einans falla til gjaldingar áðrenn avtalaðu gjaldtíðina, um so er at trygg- ingarfelagið fer í avtøku ella á húsagang. 5) Tryggingarfelagið skal hava rætt til at útseta gjalding av rentum, um so er, at grundfæfeingið ikki fer upp um gjaldførisbreddan ella við rentu- gjaldingini fer at fara niður um eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin. 6) Ikki goldnar rentur, ið eru útsettar sambært nr. 5, falla til gjaldingar fyrstu av hesum tíðum: a) Tryggingarfelagið hevur aftur tann neyðuga grundkapitalin til at lúka gjaldførisbreddan. b) Gjalddagurin fyri kapitalinnskotið er komin, um so er, at avtalað var ein ásett afturgjald- ingartíð, tá avtalan varð gjørd. 7) Aðalfundur tryggingarfelagsins skal hava rætt at niðurskriva kapitalinnskotið og ikki goldnar rentur, um so er at eginpeningur tryggingar- felagsins er mistur. og partapeningurin ella ábyrgdarpeningurin er niðurskrivaður til 0 kr. Tað er harumframt ein treyt, at tryggingarfelagið eftirfylgjandi antin fær nýggjan kapital, soleiðis at gjaldførisbreddin er lokin, ella verður saman- lagt við eitt annað tryggingarfelag. Kapitalinn- skotið og ikki goldnar rentur kunnu niðurskriv- ast við eini upphædd, sum frammanundan er góðkend av tryggingarfelagsins grannskoðara og Eftirlitinum. § 10. Limakonti í sínámillum tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum kunnu íroknast grundfæfeinginum, jbr. § 8, stk. 3, nr. 2, tá ið hetta er galdandi sambært viðtøkum felagsins: 1) Upphæddimar skulu um so er, at felagið fer í avtøku ella á húsagang ikki kunna afturgjaldast fyrr enn skuldin annars hjá felagnum er greidd. 2) Upphæddimar kunnu í øðmm fømm einans gjaldast aftur, um gmndfæfeingið av hesum ikki kemur niður á eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin. 3) Afturgjalding, ið er orsakað av øðmm enn tí, at einstakir limir halda uppat, kann einans verða framd, tá ið Eftirlitið í seinasta lagi ein mánað frammanundan hevur fingið fráboðan um hetta. Afturgjaldingin kann verða noktað av Eftirlitin- um. Kapittul 4 Rakstrarætlanir § 11. Til nýtslu fyri Eftirlitsins metan av, um felags- ins gmndfæfeingið er nóg stómr, skal umsóknin hjá einum tryggingarfelag um loyvi at reka lívstrygg- ingarvirksemi, hava eina rakstrarætlan fyri tað virk- semi, sum felagið ætlar at reka. Rakstrarætlanin skal fevna um 3 tey fyrstu roknskaparárini. Verður fyrsti roknskapurin greiddur eftir eitt tíðarskeið uppá minni enn eitt ár, skal rakstrarætlanin fevna um hetta tíðarskeiðið og tey 3 fylgjandi roknskaparárini. Stk. 2. Rakstrarætlanin skal fevna um: 1) Ein byrjanarjavna, soleiðis sum hesin ætlandi fer at verða, eftir at stovningarútreiðslumar em goldnar. 2) Tey væntaðu roknskaparligu úrslitini, lýst við úrslitauppgerðum og javnum fyri tey roknskap- arár, ið rakstrarætlanin fevnir um. 3) Eina uppseting við teimum útreiðslum, ið mettar vera neyðugar til uppbyggjan av felagsins um- seting í tí tíðarskeiði, rakstrarætlanin fevnir um. 4) Tilskilan av tekniska gmndarlagnum v.m., sum rakstrarætlanin er grundað á. 5) Frágreiðing um grundreglumar fyri endurtrygg- ing. 6) Upplýsing um slagið av váða, sum felagið ætlar at rinda. 7) Frágreiðing um íløgupolitikk felagsins. 8) Útrokning av ætlaðum gjaldførisbredda og gmndfæfeingi eftir at hvørt av teimum rokn- skaparámm, sum rakstrarætlanin fevnir um, er endað. Stk. 3. Eftirlitið kann annars krevja tær upplýsingar, ið kunnu verða neyðugar til metan av, um úrslitini í rakstrarætlanini hjá einum felag kunnu metast sann- lík. § 12. Metir Eftirlitið ikki, at tað við teimum sam- bært § 11 sendu upplýsingum er gjørt sannlíkt, at tryggingarfelagið í tí tíðarskeiði, sum rakstrarætlan- in fevnir um, og tá hetta tíðarskeið endar, fer at hava tann neyðuga gmndkapitalin, verður loyvi ikki giv- ið. § 13. Hevur eitt tryggingarfelag lagt eina rakstrar- ætlan fyri Eftirlitið, og versnar felagsins fíggjarliga støða í mun til rakstrarætlanina, kann Eftirlitið taka avgerð um eina grannskoðan av ætlanini ella gerð av nýggjari rakstrarætlan fyri tey 3 fylgjandi rokn- skaparárini. § 14. Ásetingarnar í §§ 11-13 verða at nýta samsvar- andi, tá eitt tryggingarfelag søkir um víðkan av galdandi loyvi í tann mun, felagsins viðurskifti sam- anborin við umbidnu loyvisvíðkanina eftir Eftirlit- sins metan ger tað neyðugt. Kapittul 5 Gildiskoma § 15. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997. Vinnumálastýrið, 13.januar 1997. Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Jalgnm Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.