Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1997, Blaðsíða 3
23
Nr. 13 18. februar
Kunngerð
um
viðtøkur fyri Menningargrunn Idnaðarins
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 51 frá 20. mai § 6. Grunnurin verður bundin við undirskrift frá
1996 um endurstovnan av “Menningargrunni Idnað- nevndarformanni, leiðara ella tveimum nevndarlim-
arins” verður fyrisett: um.
§ 1. Uppgávan hjá grunninum er at skipa fyri inn-
krevjing av útlánum grunsins og fyri afturgjalding
av lánum grunsins. Nýggj útlán v.m kunnu ikki lat-
ast.
§ 2. Nevnd grunsins verður vald av Føroya Lands-
stýri og telur 3 limir og 3 tiltakslimir. Landsstýrið
velur formannin og tiltakslim hansara.
§ 3. Nevndin er hægsti myndugleiki grunsins og
hevur ábyrgd av virki grunsins.
Stk. 2. Nevndarformaðurin boðar við minst 7 daga
freist til fundar so ofta tørvur er á, ella um ein
nevndarlimur biður um fund til viðgerðar av ávísum
evni. Við fundarboðunum skal verða upplýsing um
dagsskrá.
Stk. 3. Leiðarin av umsiting grunsins hevur rætt at
vera til staðar á nevndarfundi.
Stk. 4. Nevndin er viðtøkufør um 2 nevndarlimir eru
møttir. Allar avgerðir verða tiknar við atkvøðumeiri-
luta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins av-
gerðandi.
§ 4. Nevndin setur starvsfólk og tilnevnir ein leiðara
at fyriskipa dagliga rakstrinum og at ráðgeva nevnd-
ini í týðandi spumingum.
§ 5. Samsýning til nevndarlimir og løn til leiðaran
og onnur starvsfólk verður fyrisett av landsstýrinum.
Stk. 2. Umsitingarútreiðslur grunsins verða goldnar
av rakstri grunsins.
§ 7. Fundarfrágreiðingar verða førdar í gerðabók.
Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í
gerðabókina. Gerðabókin verður undirskrivað av
teimum luttakandi nevndarlimunum.
§ 8. Eingin nevndarlimur má luttaka í avgerð av
máli, sum beinleiðis ella óbeinleiðis nemur við virk-
ið, har hann hevur áhugamál, ella virki, sum hann er
bundin at.
Stk. 2. Hevur limur áhuga í ella er knýttur at virki,
sum er til viðgerðar í nevndini, hevur hann skyldu
til at siga formanninum frá, áðrenn málið kemur
fyri.
Stk. 3. Er nevndin ósamd um gegnisspumingar,
verða hesir endaliga avgjørdir av landsstýrinum.
§ 9. Nevndarlimimir hava tagnarskyldu mótvegis
øllum, ið ikki varða av, um tað, sum teir í starvinum
fáa kunnleika til.
§ 10. Roknskaparár gmnsins er álmanakkaárið.
Stk. 2. Grunnurin letur ffá sær roknskap og ársfrá-
greiðing um virki gmnsins, sum verður at kunngera
innan 4 mánaðir eftir, at roknskaparárið er úti.
Stk. 3. Roknskapurin skal grannskoðast av løggild-
um grannskoðara.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi đagin eftir, at
hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð
nr. 17 frá 31. mars 1989 um viðtøkur fyri Menning-
argmnn Idnaðarins við seinni broytingum.
Vinnumálastýrið, 18. febmar 1997
Ivan Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Ami Poulsen (sign.)
Nr. 14 18. tebmar
Kunngerð
um
grunnin til ídnaðarfremjandi endamál
Við heimild í § 3, stk. 1, nr. 7 í løgtingslóg nr. 33 ffá
27. mars 1992 um avtøku av landskassagmnnum
verður fyrisett:
Endamál
§ 1. Aðalmál gmnsins er at virka fyri menning av
einum búskaparliga sunnum ídnaðar- og tænastu-
virksemi í Føroyum innan tær avmarkingar, ið settar
verða í hesi kunngerð, og tær avmarkingar, ið al-
tjóða samvinnulag til eina og hvøija tíð náttúriiga
setir.
Stk. 2. Grannurin skal stuðla tiltøkum og prosjekt-
um, sum verða mett at hava týđning fyri menningina
av føroyskum vinnulívi og búskapi, herondir eisini
tílík, ið annars hava ringar møguleikar fyri at verða
framd, tí váðin bæði tøkniliga og húskaparliga er ov
stórur, til at einstakt virki ella samtøka av virkjum
einsamalt kann fara undir tað.