Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1997, Page 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1997, Page 2
26 Nr. 16 10. mars Kunngerð um fyrimyndarreglur á heilivági Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. sep- tember 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður fyrisett: § 1. DANSKE LÆGEMIDDELSTANDARDER, Sundhedsstyrelsen 1997, verður sett í gildi í Føroy- um. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 127 frá 11. november 1996 um fyrimyndarreglur á heilivági. Almanna- og heilsudeildin, 10. mars 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður /Johnny Winther Holbech (sign.) Nr. 17 10. mars Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági § L I kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunn- gerð nr. 112 frá 9. august 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “ § 2. Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) 84,2% av fylgjandi upp- hæddum fyri hvøija pakking: FTP < 19,99 kr.:.......40% av FTP + 2,00 kr. 20,00 < FTP < 79,99 kr.: 30% av FTP + 4,00 kr. 80,00 < FTP:........... 15% av FTP + 20,00 kr. Til samløguna verða løgd 15%. Stk. 2. Frumsøluprísurin til heilivágsgoymslur á sjúrkahúsum, til hav- og landbúnaðin skal áset- ast til 85% av frumsøluprísi, ásettur eftir stk. 1. Stk. 3. Upphæddir, ásettar eftir stk. 1 og 2 verða at runda til næstu oyraupphædd sum 5 gongur uppí. 2) § 15 verður orðað soleiðis: “§ 15. Landsapotekarin kann í serligum førum loyva frávik frá hesi kunngerð.” 3) § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Tá ið forskrift verður avgreidd, verður gjald ásett fyri hvøija einkulta pakking (for- skriftagjald). Stk. 2. Forskriftagjaldið er 5,00 kr.” §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 112 frá 9. august 1996. Almanna- og heilsudeildin, 10. mars 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.