Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1997, Page 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1997, Page 6
30 Nr. 22 11. mars Kunngerð um studning til gymnasiala undirvísing til altjóða próvtøkur uttanlands Við heimild í § 16 í løgtingslóg nr. 106 frá 1995 um studentaskúlar v.m., sum seinast broytt við løgtings- lóg nr. 68 frá 20. mai 1996 verður fyrisett: § 1. Stuðulsstovnurin kann veita skúlagjaldsstudn- ing til altjóða studentspróvtøkur uttanlands: Intema- tional Baccalaureate (IB), á skúlum hjá United World College og til Evropeisku Studentspróvtøk- una við Europaskúlamar. Stk. 2. Skúlagjaldsstudningur verður veittur næm- ingi á studentaskúlum, sum hevur lokið 1. studenta- skúlaflokk, sum av skúlans rektara verður hildin skikkaður at taka eina altjóða útbúgving, og sum er tikin inn á altjóða útbúgvingina. Stk. 3. Skúlagjaldsstudningur til tann einstaka næm- ingin kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár. § 2. Fyri at fáa skúlagjaldsstudning skal næming- urin, tá ið søkt verður um skúlagjaldsstudning, tey seinasta 10 árini hava verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 6 ár. Stk. 2. Ein fyritreyt fyri skúlagjaldsstudningi er, at næmingurin er lestrarvirkin á útbúgvingarstovninum uttanlands. § 3. Skúlagjaldsstudningurin kann í mesta lagi vera tann upphæddin, sum rindast skal fyri undirvísing- ina fyri hvørt skúlaár. § 4. Næmingurin sær til, at Stuðulsstovnurin, frá skúlanum uttanlands, hálva hvørt ár verður kunnað- ur um lestrargongd og lestrarvirkni hjá næmingin- um. § 5. Eftir umbøn verður skúlagjaldsstudningurin goldin altjóða skúlanum. § 6. Umsøkjarar til United World College verða tiknir upp av føroysku nevndini fyri United World College eftir reglum fyri føroysku nevndina fyri United World College, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent. § 7. Næmingurin sendir, tá ið hann er tikin inn á al- tjóða skúlan, Stuðulsstovninum umsókn um studn- ing til lesturs á skúlanum á einum oyðublaði, sum Stuðulsstovnurin ger. Stk. 2. Um næmingurin ikki er myndigur, sendir tann, ið hevur foreldramyndugleikan, Stuðulsstovn- inum umsókn um skúlagjaldsstudning. § 8. Næmingurin hevur, meðan hann gongur á al- tjóða skúlanum, rætt til útbúgvingarstuðul frá Stuð- ulsstovninum eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Føroyum. § 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Undirvísingar- og mentamáladeildin, 11. mars 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstyrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.