Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.04.1997, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.04.1997, Blaðsíða 3
35 Nr. 24 14. mars Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastu- mannaeftirlønir við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Eftirlønaraldur tænastumansins er tað áramál, sum hann aftan á at hava fylt 25 ár hevur verið tænastumaður hjá landinum ella í føroyska fólkaskúlanum, verið statstænastumaður ella tænastumaður í Keyp- mannahavnar kommunala skúla innan 1. januar 1997 ella hjá grønlendska heimastýrinum innan 1. januar 1997 ella hevur fingið løn eftir § 29 í lóg um tænastumenn landsins.” 2) í § 5 verður seinasta pkt. strikað. 3) § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Hægsta egineftirløn fæst, tá eftirlønaraldurin er 37 ár, og hon er 60% av eftirlønargevandi lønini hjá tænastumanni, tá hann fer frá, smb. § 5 og stk. 2 í hesi grein. Hvørt eftirlønaraldurár er íroknað í útrokningarprosentinum soleiðis at 1- 10 ár telja 2,50%, 11-26 ár 1,50% og 27 til 37 ár 1%. § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Frá 1. januar 1997 og til lønin hjá tæn- astumonnum kemur upp á somu upphædd, sum hon var 1. januar 1993, verður egineftirlønin út- roknað við grundarlagi í eftirlønargevandi lønini hjátænastumonnum l.januar 1993.” § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Eftirløntir tænastumenn á lønarstigi 18 til 47 fáa eina árliga viðbót sum við 37 ára eftir- lønaraldur er kr. 5.000,-, við 36, 35, 34 og 33 ára eftirlønaraldur ávíkavist kr. 4.000,- kr. 3.000,-, kr. 2.000,- og kr. 1.000,-. 1. januar 2007 lækkar viðbótin 20% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2007. 1. jan- uar 2008 lækkar viðbótin 40% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desem- ber 2008. 1. januar 2009 lækkar viðbótin 60% lyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. janu- ar - 31. desember 2009. 1. januar 2010 lækkar viðbótin 80% fyri eftirlønir sum fyrstu ferð koma fyri 1. januar - 31. desember 2010. Við- bótin verður í tíðarskeiðnum 1. januar 1997 til 31. desember 2003 javnað samb. § 26, stk. 1. § 6, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Eftirløntir tænastumenn, sum ikki hava fylt 67 ár fáa til teir fylla 67 ár fyri hvørt eftir- lønarár árliga viðbót, sum hjá giftum er 1/37 av kr. 28.092 og hjá støkum kr. 35.360,-.« Stk. 2 verður stk. 5, og stk. 3 verður stk. 6. I stk. 5. verður aftaná seinasta pkt. sett: “Lækkingin av eftirløn verður útroknað, sam- stundis sum eftirlønin verður útroknað og jav- nað eftir § 26.” 4) § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Hjúnafelagaeftirlønin er fyri hvørt ára eftirløn- araldur 74% av egineftirlønini roknað eftir § 6, stk. 1 og 3. I § 12 verður sett sum nýtt stk. 2: “Stk. 2. Eftirløntum hjúnafeløgunum undir 67 ár verður veitt viðbót fyri hvørt eftirlønarárið sum er 1/37 av kr. 35.360,-.” I § 12 verður sett sum nýtt stk. 3: “Stk. 3. Hjúnafelagaeftirlønin verður roknað við grundarlagi í forvunna eftirlønaraldrinum hjá tænastumanninum, tó í minsta lagi við 15 ára eftirlønaraldri. Hjúnafelagaeftirløn eftir eftirløn- tan tænastumann, sum, tá hann doyði, fekk eftir- løn eftir § 7, verður roknað eftir forvunna eftir- lønaraldrinum, og løgd verða síðan aftrat árini, tænastumaðurin fekk eftirløn eftir § 7. Hjúnafel- agaeftirlønin kann tó ikki verða roknað eftir ein- um eftirlønaraldri, sum fer uppum eftirlønarald- urin, sum tænastumaðurin hevði fingið, tá hann fór frá vegna aldur.” § 12, stk. 2 og 3 verða stk. 4 og 5.1 5) § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Bamaeftirløn- arviðbót er kr. 23.464,- fyri hvørt bamið. Bama- eftirløn til foreldraleys bøm er kr. 46.863,- ár- liga fyri hvørt bamið.” 6) § 16 verður orðað soleiðis: “Rætturin til bamaeftirløn og bamaeftirlønarvið- bót eftir § 14 varir til bamið fyllir 21 ár.” 7) § 24, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Til hjúnafelaga undir 67 ár verða veittir 2/3 av teirri í § 6, stk. 3 nevndu viðbót.” 8) § 26 verður orðað soleiðis: “§ 26. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetur eftir samráð við tey í § 35 í lóg um tænastumenn nevndu feløg hvussu eftirlønir og eftirsitilønir skulu javnast. Stk. 2. Viðbøtumar í § 6, stk. 4 og § 12, stk. 2 verða javnaðar á sama hátt sum fólkapensjóns- grundupphæddin verður javnað. Stk. 3. Til tænastumannalønimar koma ájavnt lønini hjá tænastumonnum pr. 1. januar 1993 verða eftirlønimar ikki javnaðar.« 9) Kapittul 9 verður strikaður. 10) Aftaná § 36 verður sett: “§ 37. Eftirlønir eftir kap. 2 og 3 og eftirinntøka av eftirløn eftir kap. 6, sum byrjað er at útgjalda innan 31. desember 1996, verða umroknaðar pr.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.