Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.04.1997, Qupperneq 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.04.1997, Qupperneq 5
37 Nr. 26 14. mars Løgtingslóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Lógin fevnir um ftskifør sum bert hava veið- loyvi uttanfyri føroysku landleiðimar. § 2. Landsstýrinum verður heimilað heilt ella lutvíst eftir umsókn at umleggja stuðuls-, kurstaps- og ser- lán í ftskiførum, sum koma undir hesa lóg, til rentu- og avdráttarfrítt studningslán, sum verður niður- skrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av lands- stýrinum. § 3. Landsstýrinum verður heimilað heilt ella lutvíst at gjalda lán ella part av láni sum hava landskassa- borgan og umleggja goldnu upphæddina til eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, ið verður standandi í fiskifarinum og tryggjað við veðrætti, treytað av, at annar veðhavari niðurskrivar part av láni í frski- farinum ella at eginpeningurin í fiskifarinum verður hækkaður við eini upphædd ásett av landsstýrinum. Stk. 2. Lánið sambært stk. 1 verður niðurskrivað eft- ir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. § 4. Landsstýrinum verður heimilað heilt ella lutvfst at umleggja eina av landskassanum goldna borgan í fiskifari til rentu- og avdráttarfrítt lán, treytað av, at eigarin av ftsikfarinum hækkar eginpeningin í fiski- farinum við eini upphædd, ið verður ásett av landsstýrinum. Stk. 2. Lánið verður tryggjað við veðrætti í fiski- farinum, og verður niðurskrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. § 5. Um so er, at ftskifar, ið hevur ftngið umlagt lán v.m. samb. §§ 2-4 skiftir eigara, áðrenn øll skuldin er niðurskrivað, fellur skuldin, heruppií tann partur- in, sum er niðurskrivaður, til gjaldingar. Stk. 2. Landsstýrið kann eftir umsókn loyva eigara, at um ftskifarið verður selt, kann niðurskriving sam- bært §§ 2-4 av restskuldini halda fram í fiskifari, ið verður útvegað innan 1 ár eftir søludagin. Verður nýggja ftskifarið selt, áðrenn øll skuldin er niður- skrivað, fellur eisini tann parturin, sum er niður- skrivaður í tí gamla fiskifarinum, til gjaldingar. Stk. 3. Landsstýrið kann eftir umsókn loyva keyp- ara, at niðurskriving av restskuldini sambært §§ 2-4 heldur fram. Stk. 4. Tryggjað verður landskassanum upprykkjandi pant fyri alla skuldina, heruppií tann partin, sum er niðurskrivaður sambært §§ 2-4. § 6. Landsstýrið setir eina 3-mannanevnd av serkøn- um at geva landsstýrinum ummæli av øllum um- sóknum samb. §§ 2-5 f hesi lóg. Stk. 2. Tað er ein treyt fyri umlegging eftir §§ 2-4, at fiskifarið ikki hevur rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið við umlegging verður mett at fara at klára seg í framtíðini. § 7. Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv til mannagongdir, skjalprógvan v.m., sum eru neyðug til at útinna hesa lóg. § 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 14. mars 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / John Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.