Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 4
260 Iløgusløg kunnu vera: 1 Lánsbrøv útgivin av myndugleikum. 2 Skuldabrøv útgivin av myndugleikum. 3 Lánsbrøv og skuldabrøv við ábyrgd frá stjómum. 4 Realkreditlánsbrøv, smb. Donsku realkreditlógina § 1, stk. 4. 5 Lánsbrøv við somu trygd sum donsk realkreditlánsbrøv. 6 Innlán í peningastovn. 7 Onnur áogn, sum ikki er afturumstillað aðrar ognir, í peningastovnum og øðrum kreditstovnum. 8 Lán við ábyrgd frá peningastovnum, tryggingarfeløgum og øðmm kreditstovnum. 9 Gmndøki og bygningar, hvørs virði ikki em heft at serstakari vinnuligari nýtslu. 10 Lán tryggjað við tinglýstum veði í gmndøki og bygningum fevnd av 9 fyri upphædd upp til tveir triðingar av seinastu almennu virðisáseting ella óheftari virðismeting. 11 Partar og prógv í íløgustovnum. 12 Onnur børsnoteraði lánsbrøv. 13 Onnur børsnoteraði skuldabrøv. 14 Børsnoteraði partabrøv. 15 Børsnoteraðir kapitalpartar. 16 Partabrøv í serstakari føroyskari skráseting. 17 Kapitalpartar í serstakari føroyskari skráseting. 18 Óskrásett partabrøv og kapitalpartar. Nr. 35 16. apríl Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Á hvøijum ári verða viðbøtir veittar til ávísar pensiónistar, sum hava bústað í Føroyum. Giftir pensiónistar fáa eina viðbót í felag. Stk. 2. Viðbótampphæddin verður ásett í kunngerð av landsstýrismanninum í almannamálum út frá játt- anini á løgtingsfíggjarlógini og talinum á pensiónist- um. Landsstýrismaðurin ásetir somuleiðis nærri reglur um útgjalding av upphæddini. § 2. Viðbótin verður latin hesum bólkum: 1) Persónum, sum hava fingið játtað fólkapensión, avlamispensión ella einkjupensión ávikavíst 1. apríl, 1. juli og 1. desember. 2) Persónum, sum ikki útgjaldingardagin hava fingið pensiónsjáttan, men sum afturút fáa hesa frá ávikavíst 1. apríl, 1. juli og 1. desember. Við- bótin verður í hesum føri útgoldin saman við fyrsta pensiónsútgjaldinum. 3) Persónum, sum ávikavíst 1. aprfl, 1. juli og 1. december, fáa stuðul sambært § 13 í forsorgar- lógini. § 3. Treytin fyri at fáa viðbótina er, at stakur pen- siónistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pen- siónina enn kr. 60.000,-, og at giftur pensiónistur, saman við hjúnafelaga, ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensiónina enn kr. 80.000,-. Til grund fyri veitan av viðbótini verður løgd inntøkan, sum liggur til grund fyri pensiónsútrokningini útgjaldingardag- in. § 4. Viðbótin er ikki skattskyldug. § 5. Almannastovan hevur fyrisitingina av viðbótini um hendi. Stk. 2. Avgerðir, tiknar av Almannastovuni, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almanna- málum. § 6. Landskassin ber kostnaðin av hesi skipan. § 7. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 16. apríl 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Kristian Magnussen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.