Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 6
262 Nr. 38 16. apríl Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avrciðingar og lønir v.m. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 við seinni broyt- ingum um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1) I § 7 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Almannastovan er í samband við út- gjalding av almanna pensiónum og forsorgar- veitingum undantikin frá stk. 1”. Stk. 2, 3 og 4 verða hereftir stk, 3, 4 og 5. 2) í § 9 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Grunnurin rindar fyri ta umsiting, sum umrødd er í stk. 1”. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, tó fær § 1, nr. 1 gildi frá 1. januar 1997. Sam- stundis verður danski teksturin í lógini strikaður. Tórshavn, 16. apríl 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Kristian Magnussen (sign.) Nr. 39 17. apríl KUNNGERÐ um fiskiveiðu eftir várgýtandi norðhavssild á ytru landleiðini úr ávísum londum Við heimild í § 10, stk. 6 og § 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 10, stk. 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, er loyvt skipum skrásett og heimahoyrandi í Islandi, Noreg, Russlandi og í ES- londum at reka fiskiskap á ytru landleiðini uttan fyri 12 ljórðingar frá grundlinjunum eftir várgýtandi norðhavssild samsvarandi sínámillum avtalur um sildafiskiskap í 1997. § 2. Loyvt er íslendskum skipum at veiða av eini veiðikvotu av várgýtandi norðhavssild, sum ikki fer upp um 233.000 tons. Til tess at tryggja skipaða veiðu, kunnu føroyskir myndugleikar avmarka talið av íslendskum fiskiskipum, sum veiða í senn í før- oyskum sjógvi, til 25 skip. Stk. 2. Loyvt er norskum skipum at veiða av eini veiðikvotu av várgýtandi norðhavssild, sum ikki fer uppum 37.000 tons. Til tess at tryggja skipaða veiðu, verður talið av skipum, sum kunnu veiða í senn í føroyskum sjógvi, avmarkað til 40 skip. Stk. 3. Loyvt er skipum úr ES-londum at veiða av eini veiðikvotu av várgýtandi norðhavssild, sum ikki fer uppum 12.500 tons. Til tess at tryggja skipaða veiðu, verður talið av skipum, sum kunnu veiða í senn í føroyskum sjógvi, avmarkað til 21 skip. Loyvt er bert at veiða norðan fyri 62° N. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at: 1) skipið stendur á einum góðkendum loyvislista, 2) Fiskiveiðieftirlitið, áðrenn fiskiskapur verður byijaður, fær boð um skipanavn, navn skiparans, radiokallimerki, havnarskrásetingarbókstavir og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og netto- tonnagu, maskinhestakreftir og veiðihátt, 3) skipið, 12 tímar áðrenn tað kemur í føroyskan sjógv, sigur Fiskiveiðueftirlitinum frá, at tað verður á tí knattstøðu, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur upplýst avvarðandi fiskivinnumyndug- leikum at vera eftirlitsstað fyri skip í fiskiskapi eftir norðhavssild, og 4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur í føroyskan sjógv, flokkað í fiskasløg og - nøgd. Nýtt eftirlitsstað verður uppgivið hvønn mánadag 5) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskiveiðieftirlit- inum frá, hvar tað er statt kl. 07.00 UTC og frá dagligu veiðuni,

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.