Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Page 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Page 7
263 6) at skipið, 6 tímar áðrenn tað gevst við fiskiskap- inum, sigur Fiskiveiðueftirlitinum frá, at tað verður á tí knattstøðu, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur upplýst avvarðandi fiskivinnumyndugleik- um at vera eftirlitsstað fyri skip í fiskiskapi eftir norðhavssild, 7) fráboðanir verða at senda yvir Tórshavn Radio ella telex 81327. § 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burtur- stúgvaður á sínum natúrliga staði. § 5. Brot á ásetanir í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini, og heraftrat kann allur fiskireiðskapur og fongur koma undir inndrátt. Skipið kann eisini heft- ast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur eftir reglunum í lógini. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Deildin fyri Fiski- og aðrari vinnu, 17. apríl 1997 John Petersen (sign.) lanđsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.) Nr. 40 17. apríl Kunngerð um íslendska fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir Hetlandsild og makreli í 1997 Við heimild í § 10, stk. 6 og § 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 10, stk. 5 í løgtingslóg nr. 28 ffá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, er loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Islandi at reka fiskiskap á ytru landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjun- um eftir Hetlandssild og makreli við nót. § 2. Loyvda veiðan er 2.000 tons av Hetlandssild og 1.000 tons av makreli. -nøgd, 5) skipið dagliga fyrrapartin sigur fiskiveiðieftirli- tinum frá, hvar tað er statt kl. 07.00 UTC og frá dagligu veiðuni, 6) skipið sigur fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað fer av ytru landleiðini, hvar tað er statt og sam- stundis gevur upp mettu veiðunøgdina, 7) fráboðanir verða at senda yvir Tórshavn Radio ella telex 81327 § 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burtur- stúgvaður á sínum natúrliga staði. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at: 1) skipið stendur á einum góðkendum loyvislista, 2) Fiskiveiðieftirlitið, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um skipanavn, navn skiparans, radiokallimerki, havnarskrásetingarbókstavir og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettoton- nagu, maskinhestakreftir og veiðihátt, 3) skipið sigur fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað kemur inn á ytru landleiðina, hvar tað er statt og um hvat ætlanin er at veiða og 4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á ytru landleiðina, flokkað í fiskasløg og § 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scom- brus), ið er minni enn 30 cm. máldur fremst frá høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir vekt í eini last vera undir- mátsfiskur. § 6. Brot á ásetanir í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini, og heraftrat kann allur fiskireiðskapur og fongur koma undir inndrátt. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur eftir reglunum í lógini. § 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Deildin fyri Fiski- og aðrari vinnu, 17. apríl 1997 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.