Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Page 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Page 8
264 17. apríl Nr. 41 Løgtingslóg um yvirtøku av parti av telegraf- og telefonmálum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Við heimild í § 2 í heimastýrislógini, yvirtekur heimastýrið ikki yvirtikna partin av málsøkinum Telegraf- og Telefonmál í Føroyum, sum nevnt á lista A, pkt. 12, tó soleiðis at Telegraf- og Telefon- mál millum Føroyar og umheimin verður verandi felagsmál. § 2. Galdandi lógir á økinum verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við løgtingslóg. Har danski staturin, ella danskur ráðharri er nevndur í lógunum, liggur heimildin framyvir hjá heimastýrin- um ella landsstýrismanninum, í tann mun málsøkið sambært hesi lóg er flutt. § 3. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997. Tórshavn, 17. apríl 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.) Hefti 7 ‘Nr. 32-41 * Útgivið tann 21. aprfl 1997 Prent: Dimmalætting 11212

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.