Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 3
43
SÁTTMÁLI
MILLUM RÍKISSTJÓRN DANMARKAR
OG Føroya Landsstýri ØÐRUMEGIN
OG
Europeiska Felagsskapin hinumegin
RÍKISSTJÓRN DANMARKAR OG FØROYA LANDSSTÝRI
øðrumegin og
EUROPEISKI FELAGSSKAPURIN
hinumegin.
SUM VÍSA TIL støðu Føroya sum ein sjálvstýrandi sameindan part av einum av limalondum
Felagsskapsins,
SUM VÍSA TIL viðtøku Ráðsins frá 4. februar 1974 um trupulleikar Føroya,
SUM HAVA FYRILIT FYRI tí lívsneyðuga týdningi fiskivinnan, sum tann týdningarmesta
vinnan, hevur fyri Føroyar, við tað at fiskur og fiskavørur eru høvuðsútflutningsvørumar,
SUM HAVA FYRILIT FYRI hvønn týdning fiskivinnusambandið hevur, ið ásett er í
fiskiveiðisáttmálanum partanna millum. sum vátta, at handilsligu avleiðingamar av hesum
sáttmála ikki eiga at ávirka fiskiveiðisáttmálan, og at sínámillum fiskiveiðimøguleikamir í
nevnda sáttmála tískil í vavi framvegis skulu verða hildnir á einum nóg góðum støði,
SUM ERU SINNAÐIR at tryggja og víðka um verandi búskaparliga sambandið, sum er
millum Felagsskapin og Føroyar, og við serligum atliti til kappingammstøður á jøvnum føti,
at tryggja eina hóvliga menning av samhandlinum til tess at vera við til at byggja Europa upp.
SUM HAVA SETT SÆR FYRI stig fyri stig at taka burtur flestallar forðanir fyri samhandilin
samsvarandi treymnum í tí Almenna Sáttmálanum um Toll og Uttanríkishandil 1994 (GATT)
um stovnseting av fríhandilsøkjum,
SUM BOÐA FRÁ, at teir em til reiðar, við atliti til allar viðkomandi tættir og serliga
menningina í Felagsskapinum, at kanna møguleikamar fyri at menna og styrkja sambandið á
økjum, har hetta hevði víst seg gagnligt fyri fíggjarligu áhugamál partanna til eisini at umfata
øki, sum hesin sáttmáli ikki fevnir um.
SUM HAVA FYRILIT FYRI, at við hesi ætlan í hyggju varð sáttmáli millum ríkisstjórn
Danmarkar og Føroya Landsstýri øðmmegin og Europeiska Búskaparliga Felagsskapin
hinumegin (hereftir nevndur "uppmnasáttmálin”) undirskrivaður tann 2. desember 1991,
FR/CEE/fr 3