Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 7
47
Grein 12
Umhugsar sáttmálapartur at lækka tað virkna stigið á tolli ella avgjøldum við samsvarandi
ávirkan mótvegis triðjalondum, sum njóta fyrimun av mestfyrimunarregluni, ella umhugsar
hann fyribils at seta hetta úr gildi, skal hann, í tann mun tað er gjørligt, boða felagsnevndini
frá hesum í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn sovorðin lækking ella fyribils úrgildissetan kemur í
gildi. Sáttmálaparturin tekur til eftirtektar eina og hvørja viðmerking frá hinum sáttmála-
partinum um tær avlagingar, hetta kann føra við sær.
Grein 13
1. Ongar nýggjar innflutningsavmarkingar í nøgd ella tiltøk við samsvarandi ávirkan
verða settar í gildi í samhandlinum millum Føroyar og Felagsskapin.
2. Sáttmálapartamir taka innflutningsavmarkingamar í nøgd og tiltøk, sum hava
samsvarandi ávirkan sum innflutningsavmarkingamar í nøgd, av.
Grein 14
1. Felagsskapurin tekur sær rætt til at broyta skipanina fyri jarðoljuframleiðslur, sum
koma undir vøruflokk 2710, 2711, ex 2712 (osokoritt, brúnkolavoks og torvavoks
undantikin) og 2713 í felags vømskránni, tá ið avgerðir innan felags handilspolitikkin
verða tiknar viðvíkjandi jarðoljuframleiðslum, ella tá ið ein felags orkupolitikkur
verður lagdur.
í slíkum føri skal Felagsskapurin hava hóskandi fyrilit fyri áhugamálum Føroya; við
hesum fyri eyga skal hann kunna felagsnevndina, sum kemur saman undir teim
treymm, sum ásettar em í grein 33, 2. stk.
2. Føroyar taka sær rætt til at fara fram á líknandi hátt, um umstøðumar gerast hesum
líkar.
3. Treytað av 1. og 2. stk. ávirkar sáttmálin ikki reglur um innflutning av
jarðoljuframleiðslum. sum ikki fevna um toll.
Grein 15
1. Sáttmálapartamir siga seg við fyriliti til landbúnaðarpolitikkin at vera til reiðar til at
stuðla eini hóvligari menning av samhandlinum við landbúnaðarvømm, sum
sáttmálin ikki fevnir um.
FR/CEE/fr 7