Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 11
51
Grein 27
Heldur annar sáttmálaparturin, at selt verður fyri undirprís (dumping) í samhandlinum við hin
sáttmálapartin, kann hann taka hóskandi stig til tess at steðga hesum sambært sáttmálanum um
nýtsluna av grein VI í tí Almenna Sáttmálanum um Toll og Uttanríkishandil (GATT) 1994
sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 28
Stendst álvarsligt ólag á einum búskaparligum øki ella tvørleikar standast, sum kundu ført
álvarsligar broytingar í búskaparligu støðuni í einum landøki við sær, kann viðkomandi
sáttmálapaitur taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 29
1. Leggur annar sáttmálaparturin innflutning av vømm, sum kann føra somu tvørleikar
við sær, sum víst verður til í grein 26 og 28, undir eina fyrisitingarliga skipan til tess
skjótt at útvega upplýsingar um, hvønn veg handilsrákið ber, skal hann kunna hin
sáttmálapartin um hetta.
2. í teim fømm, sum nevnd verða í greinunum 24 til 28, verður viðkomandi
sáttmálapartur, áðrenn stig verða tikin, sum har em ásett, ella skjótast møguligt í
teimum fømm, sum 3. stk., litra d) í hesi grein fevnir um, at geva felagsnevndini
allar upplýsingar, sum neyðugar em fyri at kanna støðuna gjølla til tess at frnna eina
loysn, sum sáttmálapartamir kunnu góðtaka.
Tá ið stig skulu takast, eiga tey stig at verða tikin framum, ið órógva sáttmálan sum
minst.
Vemdarstig verða fráboðað felagsnevndini beinanvegin, sum við millumbilum viðger
hetta mál, serliga íyri at tey eftir umstøðunum kunnu verða avtikin sum skjótast.
3. Fyri at halda 2. stk. em hesar reglur galdandi:
(a) Viðvíkjandi grein 25 kann annar sáttmálaparturin leggja málið íyri felagsnevndina,
um hann heldur ávísa mannagongd vera ósambæriliga við rætta framferð í
sáttmálanum, so sum ásett í grein 25, 1. stk.
Sáttmálapartamir geva felagsnevndini allar viðkomandi upplýsingar og geva henni
tann stuðul, henni tørvar fyri at kanna málið, og um so er, avtáka ta átalaðu
mannagongdina.
Er viðkomandi sáttmálapartur ikki hildin uppat við tí átalaðu mannagongdini innan ta
FR/CEE/fr 11