Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 78
118
Grein 7
Grundtreytaða eindin
1. Grundtreytaða eindin, sum verður nýtt sambært reglunum í hesum frumskjali er tann
framleiðslan, sum verður mett at vera grundeindin, tá ið flokkað verður sambært
vøruskránni í Tillagaðu Skipanini.
Samsvarandi hesum verður, at:
a) tá ið ein framleiðsla, ið er ein bólkur ella ein samanseting av lutum, er flokkað
sambært Tillagaðu Skipanini í einum ávísum vøruflokki, er heildin tann
grundtreytaða eindin.
b) tá ið ein sending er samansett av fleiri samlíkum framleiðslum, sum verða
flokkaðar undir sama vøruflokki í Tillagaðu Skipanini, verður hvør einstøk
framleiðsla mett hvør sær, tá reglumar í hesum ffumskjali verða nýttar.
2. Um pakking sambært 5. pkt. í Tillagaðu Skipanini er íroknað framleiðsluna, tá ið
flokkað verður, er hon eisini íroknað, tá ið uppruni verður avgjørdur.
Grein 8
Tilhoyr, eykalutir og amboð
Tilhoyr, eykalutir og amboð, ið eru latin saman við útgerð, maskinum, tólum ella akførum,
og sum eru partur av vanligu útgerðini og eru íroknað prísinum á hesum, ella sum ikki eru
fakturerað hvørt sær, verða mett sum partur av tí útgerð, maskinu ella akfari, talan er um.
Grein 9
Framleiðslur í samstøðum
Framleiðslur í samstøðum so sum greinaðar í 3. pkt. í "Tillagaðu Skipanini" verða mettar
sum upprunaligar, tá ið allar framleiðslumar í samanstøðuni eru upprunaffamleiðslur. Um ein
samstøða er gjørd úr upprunaligum og ikki upprunaligum framleiðslum, verður øll samstøðan
sum heild tó roknað sum upprunalig treytað av, at tað virðið á framleiðslunum, sum ikki er
upprunaframleiðslur, fer ikki upp um 15% av ab virki prísinum á samstøðuni.
Grein 10
Neutralir lutir
Tá ið upprunin á eini framleiðslu verður avgjørdur, er ikki neyðugt at kanna, um
niðanfyristandandi, sum møguliga er latið í framleiðsluna, hevur upprunastøðu:
FR/CEE/frsIII/fr 1