Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 79
119
(a) orka og brennievni,
(b) virki og útgerð,
(c) maskinur og amboð,
(d) vørur, sum ikki gerast partur og sum ikki vóru ætlaðar at gerast partur av endaligu
samansetingini av framleiðsluni.
PARTUR III
TERRITORIALKRØV
Grein 11
T erritorialmeginreglan
1. Treytimar í parti II um at fáa upprunastøðu skulu verða loknar í Føroyum ella
Felagsskapinum uttan slit.
2. Um upprunavørur, sum eru útfluttar úr Føroyum ella Felagsskapinum til eitt triðja
land, verða aftursendar, verða tær mettar sum ikki upprunavørur, uttan so at
tollvaldið kann fáa nóg góða vissu fyri, at:
- aftursenda vøran er tann sama sum tann útflutta,
- vøran hevur ikki fingið aðra viðgerð enn ta, sum hevur verið neyðug fyri at
varðveita hana í sama líki, meðan hon var í viðkomandi landi ella var útflutt.
Grein 12
Beinleiðis flutningur
1. Fyrimunarviðgerð sambært sáttmálanum kann bert verða galdandi fyri framleiðslur, ið
lúka reglumar í hesum frumskjali, og sum verða fluttar beinleiðis millum Føroya og
Felagsskapin. Tó kunnu ffamleiðslur, sum bert fevna um eina sending, verða fluttar
gjøgnum onnur øki, og um høvi býðst, verða lossað ella løgd á goymslu á slíkum øki,
treytað av at tær em undir eftirliti av tollmyndugleikunum í transittlandinum ella
goymslulandinum, og at tær ikki hava fingið aðra viðgerð enn lossing, innskipan ella
aðra viðgerð, sum hevur verið neyðug fyri at varðveita tær í sama standi.
Uppmnavømr kunnu verða fluttar gjøgnum rørleiðing tvørtur um øki, ið íkki hoyra til
Føroya ella Felagsskapin.
2. Sum prógv fyri at treytimar í 1. stk. em loknar, skal fyri tollmyndugleikamar í
innflutningslandinum verða framlagt:
(a) eitt gjøgnumgangandi farmabræv givið í útflytaralandinum viðvíkjandi flutningi
FR/CEE/frsIII/fr 8