Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 85
125
4. Útflvtarin skal skriva eina fakturaváttan á maskinu, stempla ella prenta á fakturan.
fylgiseðilin ella annað handilsskjal. Váttanin, hvørs tekstur stendur í fylgiskjali IV, skal
verða skrivað á einum av teimum málum, sum nevnd eru í sama fylgiskjali samsvarandi
reglunum í innlendis lóggávuni í útflutningslandinum. Um váttanin er handskrivað, skal
hon verða skrivað við blekki og spjaldrastavum.
5. Á fakturaváttanini skal standa handskrivaða undirskrift útflytarans. Kravt kann ikki
verða, at góðkendur útflytari sambært grein 21 skal undirskriva tílíkar váttanir, tað er tó
treytað av, at hann gevur tollmyndugleikunum í útflutningslandinum eitt skrivligt lyfti
um, at hann átekur sær fulla ábyrgd av øllum fakturaváttanum, ið vísa til hann, sum
hevði hann undirskrivað tær við hond sjálvur.
6. Útflytarin kann skriva eina fakturaváttan, tá ið framleiðslumar, hon viðvíkur, verða
útfluttar, ella aftaná útflutning treytað av, at fakturaváttanin verður víst fram í
innflutningslandinum ikki seinni enn tvey ár aftaná innflutning av teimum framleiðslum.
ið hon vísir til.
Grein 21
Góðkendur útflytari
1. Tollmyndugleikamir í útflutningslandinum kunnu loyva einum og hvørjum útflytara, ið
hevur regluligar avskipingar av framleiðslum, sum hesin sáttmálin fevnir um, at skriva
fakturaváttanir uttan mun til virðið á teimum umrøddu framleiðslunum. Ein útflytari, ið
søkir um tílíkt loyvi, skal geva tollmyndugleikunum alla ta trygd, sum neyðug er fyri at
kunna vátta, at framleiðslumar hava uppmnastøðu, eins og at hinar treytimar í hesum
frumskjali em loknar.
2. Tollmyndugleikamir kunnu geva útflytara loyvi sum góðkendur útflytari, undir øllum
teimum treytum, sum teir meta hóskandi.
3. Tollmyndugleikamir skulu geva góðkenda útflytaranum eitt loyvisnummar, sum skal
standa á fakturaváttanini.
4. Tollmyndugleikamir hava eftirlit við nýtsluni av loyvinum hjá góðkenda útflytaranum.
5. Tollmyndugleikamir kunnu til eina og hvørja tíð taka loyvið aftur. Tað skulu teir, um
tann góðkendi útflytarin ikki gevur ta trygd, sum er nevnd í 1. stk., og ikki lýkur
treytimar nevndar í 2. stk., ella á annan hátt nýtir loyvið skeivt.
Grein 22
Rættargildi upprunaváttanar
1. Ein uppmnaváttan hevur gildi í 4 mánaðir frá útgávudegnum í útflutningslandinum og
skal í hesum tíðarskeiði verða løgd fyri tollmyndugleikamar í innflutningslandinum.
FR/CEE/frsIII/fr 14