Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 93
133
FYLGISKJAL I
Innleiðandi viðmerkingar til listan í fvigiskjali II
Viðmerking 1:
Listin ásetur, hvørjar treytir skulu vera loknar av øllum framleiðslum fyri at kunna metast
sum nóg mikið viðgjørdar ella tilgjørdar sambært grein 5 í frumskjalinum.
Viðmerking 2:
2.1 Teir báðir fyrstu teigamir í listanum lýsa fulllidnu framleiðsluna. Fyrsti teigur
tilskilar nummar á vøruflokki ella kapitli, ið nýtt er í Tillagaðu Skipanini, og annar
teigur tilskilar vørulýsingina, ið nýtt er í hesi skipan fyri viðkomandi vøruflokk ella
kapittul. Fyri hvørja viðmerking í teimum báðum fyrstu teigunum er ein regla
serstakliga tilskilað í 3. ella 4. teigi. Tá ið tað í summum førum stendur eitt “ex”
framman fyri viðmerkingina í fyrsta teigi, merkir tað, at reglan í 3. og 4. teigi bert
kann nýtast um tann partin av viðkomandi vøruflokki ella kapitli, sum lýstur er í 2.
teigi.
2.2 Har fleiri vøruflokkar eru bólkaðir í 1. teigi ella ein kapittul er viðmerktur, og
vørulýsingin í 2. teigi tí stendur við vanligari orðing, er samsvarandi regla í 3. ella 4.
teigi galdandi fyri allar ffamleiðslur, sum í Tillagaðu Skipanini eru flokkaðar undir
vøruflokk í hesum kapitli ella undir einhvønn av teimum vøruflokkum, ið eru
bólkaðir saman í 1. teigi.
2.3 Tá ið tað í listanum eru ymsar reglur fyri ymsar framleiðslur innan fyri ein
vøruflokk, inniheldur hvør innskjóting lýsingina av tí partinum av vøruflokkinum, ið
er umfataður av samsvarandi reglu í 3. ella 4. teigi.
2.4 Tá ið ein regla serstakliga er tilskilað í 3. og 4. teigi fyri eina viðmerking í báðum
teimum fyrstu teigunum, kann útflytarin velja annaðhvørt at lata regluna í 3. teigi ella
4. teigi vera galdandi. Um eingin upprunaregla stendur í 4. teigi, er reglan í 3. teigi
galdandi.
Viðmerking 3:
3.1. Reglurnar í grein 5 í frumskjalinum viðvíkjandi framleiðslum, ið hava fingið
upprunastøðu, og sum eru nýttar í framleiðingini av øðrum framleiðslum galda uttan
mun til, um upprunastøðan er fingin í virkinum. har hesar framleiðslur eru nýttar
ella í einum øðrum virki í Føroyum ella Felagsskapinum.
Dømi:
Ein motorur í vøruflokki 8407, hvørs regla ásetur, at virðið á nýttum tilfari, sum ikki
hevur upprunastøðu, má ikki fara upp um 40 vektprosent av ab virki prísinum á
framleiðsluni, er gjørdur úr "aðrari stálsambræðing grovt tilevnað við smíðing", í
vøruflokki 7224.
FR/CEE/frslll/fgsl/fr 1