Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 207
247
ið falla innan karmamar á hesum frumskjali til ein móttakara, búsitandi ella staðbundin í
landi hansara. í tílíkum førum er grein 6, 3. stk., galdandi.
Grein 6
Formur og innihald í áheitan um stuðul
1. Áheitanir samsvarandi hesum frumskjali skulu vera skrivligar. Neyðug skjøl at
fylgja slíkum áheitanum skulu verða hjáløgd. Bráðneyðugar áheitanir kunnu vera
munnligar, men skulu staðfestast skrivliga beinanvegin.
2. Áheitanir samsvarandi 1. stk. í hesi grein skulu innihalda hesar upplýsingar:
(a) navnið á umbiðjandi myndugleiki;
(b) ætlað tiltøk;
(c) endamál og orsøk til áheitanina;
(d) lógir, reglur og aðrir løgfrøðiligir tættir í hesum sambandi;
(e) upplýsing, sum er so nágreinilig og týðilig sum møguligt um likamligu ella
løgfføðiligu persónamar, sum em málið fyri hesum kanningum.
(f) ein samandráttur av viðkomandi upplýsingum og teimum kanningum, sum longu
em gjørdar, tó ikki í málum nevnd í grein 5.
3. Áheitanir verða settar ffam á almenna málinum hjá tí áheitta myndugleikanum ella á
einum máli, sum hesin myndugleiki kann góðtaka.
4. Um ein áheitan ikki lýkur formligu krøvini, kann verða kravt, at hon verður rættað
ella fullfíggjað; boð kunnu kortini verða givin um trygdarfyriskipanir.
Grein 7
At fvlgia áheitanum
1. Fyri at fylgja eini áheitan um stuðul, skal áheitti myndugleikin ella, tá hesin seinni
ikki sjálvur kann handla, so fyrisitingardeildin, sum hesin myndugleiki hevur sent
áheitanina til, eins og gjørdi hann arbeiðið fyri seg sjálvan ella eftir áheitan ffá
øðmm myndugleika í sama sáttmálaparti undir avmarkingum, sum málføri og tøka
orka hansara hevur, útflýggja tær upplýsingar, hann longu hevur, fyri at seta í verk
hóskandi kanningar ella at syrgja fyri, at slíkar verða gjørdar.
2. Áheitanir um stuðul skulu eftirlíkast sambært lógum, reglum og øðrum
rættarfyriskipanum hjá áheitta sáttmálapartinum.
3. Tænastumaður við fullum heimildum hjá einum av sáttmálapørtunum kann, um hin
parturin loyvir tí, og undir teimum treytum, sum hesin seinni hevur sett, frá áheitta
mydugleikanum ella øðrum myndugleika, sum áheitti myndugleikin hevur
ábyrgdina av, útvega sær upplýsingar viðvíkjandi tiltøkum, ið kunnu vera ella eru
brot á tolllóggávuna, sum umbiðjandi myndugleikanum tørvar fyri at kunna halda
hetta frumskjal.
FR/CEE/frsV/fr